liðnum at gera góðan mun. Sum dysturin leið, so stóð tó greitt, at Tjaldur ikki megnaði at halda fast í ferðini hjá Neistanum sum at enda vann við 14 málum. Men hóast greiða tapið, so er einki at ivast [...] ivast í, at Tjaldur í ár er nakað væl betri fyri, enn tær vóru tað í fjør. Talan verður helst undir ongum umstøðum at lata fleiri enn 1.000 mál fara ígjøgnum, soleiðis sum tær gjørdu í fjør. Kanska er spurningurin [...] havt ein veruligan møguleika at spæla seg millum tey fýra fremstu, um útlendingarnir vóru við frá fyrsta bríksli av kappingini. Enn hava tær so møguleikan, men tað krevur, at allir dystir móti liðunum, sum
onnur okkum til. Vegghamar torir at bróta reglurnar og fær tað at rigga kortini. Sum listafólk stendur tú mestsum bara og gánar og spyr teg sjálvan "Hvussu fær hann tað at bera til". Tað er, sum spyr hvør [...] eisini at skapa strukturar, og tað ger ofta málningarnar tungar, næstan massivar ? So eftir mínum tykki rakar handan samanberingin við síðuna av og er heldur eitt tekin um, at vit illa duga at rúma nøkrum [...] ikki samd við teimum mongu samanberingunum av Vegghamar og van Gogh. ? At báðir brúka sterkar litir og stutt strok merkir ikki, at teir líkjast, tí temperamentið, sum førir pensilin, er týðiliga sera ymiskt
tíðin komin til at luttaka í tí heimsfevnandi orðaskiftinum um umhvørvið. Sum Gary Snyder ofta hevur víst á, snýr tað seg ikki um at bjarga einum skógi, hvali o.s.fr., men tað snýr seg um at fáa eitt tilvit [...] um. Eftir greinina í Sosialinum 11. januar um sjáldsamar plantur í Føroyum, ið eru um at doyggja út, er tíð til at síggja týdningin av einum slíkum orðaskifti, sum sjálvandi skal bakkast upp við tiltøkum [...] vistfrøðiligt tilvit? Jú, tað er einfalt at hugsa seg um áðrenn ein tveitur okkurt burtur, og hugsa um reinføri uttandura so væl sum innandura. Ein skal ikki at tveita burtur nakað, ið kann nýtast; gev
Sigvald Kristiansen Nú tað er staðfest, at nýtslan av rúsdrekka økist í Føroyum, er væl skiljandi, at formaðurin í fyribyrgingarráðnum ger vart við støðuna. Rúsdrekka verður nýtt, tað kunnu vit ikki koma [...] rúsdrekka, sum í dag er í Danmark, kemur hetta at kosta okkum 100.000.000 kr. um árið, tá tosa vit bara um peningaligan kostna. Vilja vit verunliga koma at líkjast Danmark á hesum økinum? Hetta er ein [...] gjølla um. Ofta verður í slíkum kjaki dentur lagdur á at upplýsa um vandan við misnýtslu. Meira upplýsing tykist vera loysnarorðið. Eg ivist ikki í, at danskarar eru væl upplýstir og vita alt um skaðar, sum
við at spæla seg í gjøgnum stinnu verjuna, og tá fyrri hálvleikur var spældur, var onki sum bendi á, at mál vóru í væntu á Mølini. Appilsinlitt eykalið Ein stórur partur av frágreiðingini til, at Skála [...] Skála ikki megnaði at skapa nakað serligt frameftir var tí, at teir leikararnir, ið vanliga plaga at skapa kjansirnar og skora málini hjá Skála, byrjaðu á bonkinum, og tí var tað hálvavegna eitt eykalið, sum [...] vøllin, og tað hóvaði eyðvitað betri EB/Streymi, tí nú sluppu teir undan at stríðast við verjumúrin hjá Skála, ið var noyddur at flyta seg longur fram. Fáir møguleikar Men hóast Skála kom longur fram á
kapping, at teir duga at fáa fólkið við sær, og at tá teir spæla, ja, so er rættiligt lív í. Sangirnir hjá The Story Ends eru ikki so beint fram, sum rocktónleikur ofta kann vera. Teir duga væl at arbeiða [...] kvøldinum fara tveir aðrir bólkar eisini at hava framførslur í Virkishúsinum. Stóru útikosertirnar á Summar Festivalinum byrja fríggjakvøldið, men longu hóskvøldið ber til at hoyra bólkar spæla live í Virkishúsinum [...] Isadora & The Rebels, verða at hoyra í Virkihúsinum hóskvøldið. Budam við spennandi tónum Hann hevur verið kendur sum framúr góður gittarspælari, men nú er Búi Dam eisini farin at syngja, og hann skapar spennandi
Elysion. Í nevndu grein verður fráboðað, at hon og komandi greinarøð eru medvitað polemiskar, og skotið verður upp, at "vit samtykkja eina mannagongd", til tess at føroyingar kunnu "taka seg burtur úr samveldi [...] í grundlógarnevndini. Flest allir føroyingar - eftir seinasta løgtingsvali at døma umleið 70% av veljarunum - høvdu vónað, at tann politiski ófriðurin og ótryggleikin, sum í 5 ár órógvaði og avskeplaði [...] (gestatalarin, sum í Hósvík greiddi frá, at síðani 1993 hevur landskassin bert brúkt 10% av blokkinum), skal hava sagt í Danmarks Radio P2. Hetta fekk meg at minnast aftur á tað, sum ein kendur havnarmaður
og hendan hevur víst seg at virkað væl, sigur skúlastjórin Hanus Joensen. ? Tað er ein beiskur veruleiki, at ein slík tilbúgvingarætlan er rætt og slætt neyðug hjá skúlum at hava, staðfestir Hanus Joensen [...] lærarunum á skúlanum hava arbeitt við at orða tilbúgvingarætlanina. Ymiskar hendingar Í tilbúgvingarætlanini er lagt upp fyri, at tað er ymiskt, hvat kann henda, sum ger, at eitt barn ella fleiri, verða rakt [...] Joensen og heldur fram, at talan er um eina kreppustøðu í einum flokki ella skúla, tá eitt barn til dømis missir annað av foreldrum sínum. Tað kann vera ómetaliga torført at vita, hvør skal gera hvat og
øll árini gjørt nógv burtur úr Prix Føroyum, og tað fara vit eisini at gera í ár. Tað nýggja er, at vit skipa fyri eini sms-kapping, so at øll kunnu vinna nakað í Prix Føroyum, sigur Hjørdis Gregersen, sum [...] fer fram á tann hátt, at til hvørt av teimum innleiðandi umførunum, hálvfinaluna og finaluna kunnu fólk atkvøða fyri tí bólkinum, sum tey halda fer at vinna. Hetta ger tey við at senda eitt serligt sms [...] tí teir koma til Føroya í sambandi við finaluna í Prix Føroyum fyri at kjósa sær ein bólk. Harafturat er eisini møguleiki fyri, at okkurt annað føroyskt navn kann upplivast á hesum festivalum. Umframt
sigur, at sambært teimum embætismonnum, sum stóðu við markið, kundi Libanon ikki góðkenna føroyska passið, hóast teir høvdu hópin av upplýsingum um landið. Millum annað vistu menninir at siga, at í Føroyum [...] føroysku mammuna. Endin á øllum varð, at familjan mátti finna sær ein nýggjan buss at seta seg í. Hesaferð við kós móti Damaskus í Sýrialandi. ? Eg havi áður upplivað, at fólk hava spurt meg um passið. Men [...] siga teimum, at eisini aðrir føroyingar vóru burturvístir við markið orsakað av grøna passinum. Men hóast tey vóru vitandi um hetta, so er mistakið ongantíð rættað. Tað eydnaðist okkum tó ikki at fáa fatur