Vakrar sjónvarpslýsingar á altjóða tíðindarásunum hava seinastu tíðina roynt at víst á Libanon, sum frítíðarperluna í Miðeystri. Eitt blómandi og nýmótans Beirut, azurblátt Miðjarahav, skíítróttarstøð og ein rúgva av søguligum støðum og bygningsverkum eru millum annað tað, sum skal lokka ferðafólk hendavegin.
Men fyri føroyingar er tó eitt stórt minus í øllum hesum. Føroyskir gestir sleppa nevnliga ikki inn í landið.
Bara hendan seinasta mánaðin eru fleiri føroyingar ? sum ikki hava verið í sama ferðalagi ? blivnir steðgaðir við libanesiska markið, har tað hevur verið noktað teimum at sleppa inn.
So seint sum sunnudagin ætlaðu Guðrun Rógvadóttir, maður hennara og bæði børnini hjá teimum sær inn í landið. Maðurin hevur danskt pass, so hjá honum var eingin trupulleiki, men tá Guðrun vísti grøna føroyska passið hjá sær, varð sagt stopp.
? Hetta var eitt stórt vónbrot. Vit høvdu bílagt kamar á gistingarhúsi, og undan hesum høvdu vit eisini lisið eina rúgvu um landið, so vit gleddu okkum sjálvandi til ferðina. Men brádliga stóðu vit í ongamannalandi. Millum Syria og Libanon við tveimum børnum og viðførinum. Bussurin hjá okkum var farin víðari inn í Libanon, sigur Guðrun.
Við fartelefonini fekk fatur á donsku ambassaduni í Damaskus, sum kundi siga teimum, at eisini aðrir føroyingar vóru burturvístir við markið orsakað av grøna passinum. Men hóast tey vóru vitandi um hetta, so er mistakið ongantíð rættað.
Tað eydnaðist okkum tó ikki at fáa fatur í donsku sendistovuni undan evstamarki okkara.
Guðrun sigur, at sambært teimum embætismonnum, sum stóðu við markið, kundi Libanon ikki góðkenna føroyska passið, hóast teir høvdu hópin av upplýsingum um landið.
Millum annað vistu menninir at siga, at í Føroyum búleikaðust um 47.000 fólk á 18 oyggjum. Men sambært einum innanhýsis skjali ? skrivað á arabiskum ? sum varð víst húskinum, so verður grøna føroyska passið ikki góðkent í Libanon.
Guðrun og maðurin fingu eisini fatur á danska uttanríkisminesteriinum. Haðani varð alt fyri eitt sent eitt skriv, har tað varð staðfest »...that passport issued by the Faroe Islands authorities is as valid as regular Danish passport«.
Meðan hjúnini bíðaðu, var alt málið sent til ovastu trygdarmyndugleikarnar í Libanon, men hetta hjálpti tó einki. Passið varð ikki góðkent, og ætlaði húskið sær um markið, so mátti tað verða uttan føroysku mammuna.
Endin á øllum varð, at familjan mátti finna sær ein nýggjan buss at seta seg í. Hesaferð við kós móti Damaskus í Sýrialandi.
? Eg havi áður upplivað, at fólk hava spurt meg um passið. Men hetta er so fyrsta ferðin, at mær er noktað innferðarloyvi til eitt land, sigur Guðrun, sum dagliga starvast hjá donsku ráðgevingarfyritøkuni, EURA, og í hesum sambandi vanliga ferðast nógva staðni kring allan heimin.