Kapping
Leygarkvøldið byrjar Prix Føroyar 2005, men longu mikudagin tjóvstartar Sosialurin hetta stóra tónleikatiltak. Tað ger blaðið við eini serligari sms-kapping, sum varðar heilt fram til finaluna í apríl mánaði.
Vinningar verða lutaðir burtur til hvørt innleiðandi umfar, og stórir vinningarnir verða upp á spæl til finaluna í Norðurlandahúsinum.
? Sosialurin hevur øll árini gjørt nógv burtur úr Prix Føroyum, og tað fara vit eisini at gera í ár. Tað nýggja er, at vit skipa fyri eini sms-kapping, so at øll kunnu vinna nakað í Prix Føroyum, sigur Hjørdis Gregersen, sum starvast á marknaðardeildini hjá Sosialinum.
? Kappingin er ætlað teimum ungu, og tey, sum halda seg vera ung, og vinningarnir verða nógvir og ymiskir.
Ørgrynna av vinningum
Kappingin í Sosialinum fer fram á tann hátt, at til hvørt av teimum innleiðandi umførunum, hálvfinaluna og finaluna kunnu fólk atkvøða fyri tí bólkinum, sum tey halda fer at vinna. Hetta ger tey við at senda eitt serligt sms til 1441. Upplýsingar um sms-tekstin fæst leypandi í Sosialinum.
Tey, sum gita rættan bólk, verða síðani við í lutakastinum eftir hvørt umfar.
Til fyrsta umfarið ber til at vinna vikuskiftisatgongumerki til G! festivalin og Summarfestivalin, tvey atgongumerki til Listastevnuna, tvey atgongumerki til Atlantic Music Event, eina fartelefon, tveir tímar á hestbaki og tær tríggjar Poplist-fløgurnar.
Hesir vinningar verða lutaðir burtur millum tey, sum hava gitt rætt, og soleiðis verður tað eisini til øll hini innleiðandi umførini og hálvfinaluna.
Brakið til finaluna
Til stóru Prix-finaluna í Norðurlandahúsinum verða øll tey, sum hava gitt rætt í onkrum av teimum innleiðandi umførunum, við í lutakastinum.
Harafturat ber eisini til atkvøða fyri vinnaranum til finaluna og verða við í lutakastinum, um tú gitir rættan vinnara.
Øll tey, sum hava gitt rætt í onkrum innleiðandi umfari ella í finaluni, verða við í lutakastinum, og tað standa nakrir stórir vinningar upp á spæl til hesa kappingina.
Høvuðsvinningarnir eru konsertferðir fyri tvey til festivalin í Nibe og til festivalin í Jelling. Hesir báðir donsku tónleikafestivalarnir hava seinnu árini havt føroyskar bólkar á palli, og soleiðis verður eisini í ár, tí teir koma til Føroya í sambandi við finaluna í Prix Føroyum fyri at kjósa sær ein bólk. Harafturat er eisini møguleiki fyri, at okkurt annað føroyskt navn kann upplivast á hesum festivalum.
Umframt teir báðar stóru vinningarnar, verður eisini ein nýggj fartelefon frá Føroya Tele lutað burtur, og ein av teimum serligu úlpunum, sum eru vorðnar kendar í lýsingunum hjá Føroya Tele, kann eisini vinnast.
Frá mikudegnum ber til at atkvøða til fyrsta innleiðandi umfarið í Prixnum, sum verður í Fuglafirði leygarkvøldið, og seks bólkar eru at velja ímillum. Teir eru SIC, Déjá VU, GoGo Blues, Dimmi, Paradox og Lama Sea.
Atkvøðugreiðslan endar leygarkvøldið klokkan 20.00. Tað kostar 10 krónur fyri hvørt sms, sum verður sent til kappingina.