Virkishúsið tjóvstartar Summar Festivalin

Fyrsta tiltakið á Summar Festivalinum 2006 verður í Virkishúsinum fyri ung í Klaksvík. Tríggir tónleikabólkar fara at hava framførslur í Virkishúsinum longu hóskvøldið á festivalinum

Summar Festivalur

Hóskvøldið 3. august kl. 18.00 verður fyrsta tónleikaframførslan á Summar Festivalinum 2006. Tá fer bólkurin The Story Ends á pallin í Virkishúsinum fyri ung í Klaksvík, og seinni á kvøldinum fara tveir aðrir bólkar eisini at hava framførslur í Virkishúsinum.
Stóru útikosertirnar á Summar Festivalinum byrja fríggjakvøldið, men longu hóskvøldið ber til at hoyra bólkar spæla live í Virkishúsinum.
Umframt The Story Ends fara eisini Isadora & The Rebels og Budam at spæla.

Søgan byrjar við endanum
The Story Ends er ein progressivur rokkbólkur, sum við sínum lívligum framførslu veruliga kann fáa áhoyrararnar við sær. The Story Ends vendir sær serliga til tað yngra ættarliðið, og tí er tað upplagt, at teir verða við á tiltakinum, sum setir Summar Festivalin í gongd í Virkishúsinum hóskvøldið.
Í vetur var The Story Ends við tónleikakappingini Global Battle of the Bands, og har endaði bólkurin í finaluni í kappingini. Teir vístu enn einaferð í hesari kapping, at teir duga at fáa fólkið við sær, og at tá teir spæla, ja, so er rættiligt lív í.
Sangirnir hjá The Story Ends eru ikki so beint fram, sum rocktónleikur ofta kann vera. Teir duga væl at arbeiða við orðum og løgum, og tá ið talan er um djarvar ungar menn, verður heildin eisini serstøk og spennandi.

Uppreistur við Isadoru
Isadora & The Rebels er eitt rímiliga nýtt navn í føroyskum tónleiki, men tey hava longu gjørt vart við seg til ymisk tiltøk. Bólkurin spældi eitt nú í Kagganum nýliga, og har fingu tey góða ummæli fyri framførsluna. Sangarin í bólkinum Guðrið Hansen hevur eisini spælt nógv sum einstaklingur  serliga í høvuðsstaðnum. Hon var við í singer/songwriter kappingini hjá Hafnia Lounge, og hon var eisini við í bólkinum PH5,5 í Prix Føroyum. Guðrið var fyrr í ár í uppskoti til ein av Planet-virðislønunum. Áður hevur Guðrið eisini roynt seg sum sangara í Íslandi, har hon var við í teirra útgávu av sjónvarpskappingini Idols. Har stóð hon seg rættiliga væl. Guðrið og bólkur hennara, Isadora & The Rebels, verða at hoyra í Virkihúsinum hóskvøldið.

Budam við spennandi tónum
Hann hevur verið kendur sum framúr góður gittarspælari, men nú er Búi Dam eisini farin at syngja, og hann skapar spennandi tónleik við sínum sanghátti. Búi byrjaði sum ein rocktónleikur, men hann hevur flutt seg líka so nógv yvir í jazz og fólkatónleik seinnu árini.
Tónleikurin, sum Búi nú spælir, verður lýstur sum eitt bland av country og fólkatónleiki, men ikki minst yrkingarnar standa sentralar í tónleikinum. Búi finnur íblástur í mytologi, og honum dámar væl at siga frá søgum í sínum sangum. Búi skrivar sjálvur bæði orð og løg.
Búi hevur nakrar góðar tónleikarar afturat sær. Mikael Blak spælir bass, Rógvi á Rógvu trummur og Magnus Johannesen trummur.