Tað vit onnur ikki tora

? Objektivt sæð, ger man stutt sagt ikki tað, Vegghamar ger. Og sum listafólk stendur tú bara og gánar og spyr teg sjálva, "Hvussu fær hann tað at bera til", sigur Maria Mørkøre, listakvinna

Listakvinnan Maria Mørkøre hevur eygleitt listina hjá Arnoldi Vegghamar í nógv ár. Eftir hennara tykki er tað ongin ivi um, at Vegghamar er ein tann mest orginali listamaðurin, vit nakrantíð hava havt í Føroyum.
? Skalt tú fylgja reglunum, gert tú stutt sagt ikki tað, sum Vegghamar ger. Tú tekur til dømis ikki óblandað reytt og setur tað saman við ymsum grønligum tónum, tí tað órógvar javnvágina. Tað sigur reglan, so tað halda vit onnur okkum til. Vegghamar torir at bróta reglurnar og fær tað at rigga kortini. Sum listafólk stendur tú mestsum bara og gánar og spyr teg sjálvan "Hvussu fær hann tað at bera til". Tað er, sum spyr hvør einasti málningur: Tori eg hetta? Ber tað nú til? ella Er hetta ov nógv av tí góða? Listarliga eru málningarnir tískil bæði dragandi og ræðandi, tí teir ríða allatíðina á markinum millum tað ómøguliga og tað møguliga í einum støðugum spenningi, sum er sera inspirerandi, sigur Maria
Ein onnur planet
Málningarnir hjá Vegghamar eru ikki vakrir eftir vanligum mátistokki. Heldur er tað er okkurt óveruligt við teimum, sum verður tú tikin við út á eina aðra planet, ella kanska til eitt Viðareiði í psykodeliskum hami, grunar Maria
? Vegghamar krógvar seg ikki aftan fyri siðvenju ella stíldyrkan, og tað gevur ofta málningunum eitt naivt og barnsligt útrykk, sum standa teir púra naknir. Tað er okkurt ótrúliga erligt og opið yvir teimum, sum eisini ger teir so persónligar. Eg fái í øllum førum eina kenslu av einum menniskja, hvørs lív tað er at mála, einum menniskja, sum onkusvegna er sínar málningar.
Men kanska er tað treytin, tá eitt so øðrvísi listafólk skal liva og virka í einum so trongum samfelag og listarligum um-hvørvið, sum tað føroyska. Og kanska liggur onkur slíkur boðskapur í húsunum á myndunum, sum hóast tey standa saman, tykjast so einsamøll, sum venda tey sær burtur frá hvørjum øðrum, hugleiðir Maria.
Vegghamar og van Gogh
Maria er ikki samd við teimum mongu samanberingunum av Vegghamar og van Gogh.
? At báðir brúka sterkar litir og stutt strok merkir ikki, at teir líkjast, tí temperamentið, sum førir pensilin, er týðiliga sera ymiskt. Van Gogh málaði lættar og skjótar málingar, meðan teir hjá Vegghamar eru næstan ovur gjøgnumarbeiddir. Hann brúkar nógva máling, lag oman á lag fyri eisini at skapa strukturar, og tað ger ofta málningarnar tungar, næstan massivar
? So eftir mínum tykki rakar handan samanberingin við síðuna av og er heldur eitt tekin um, at vit illa duga at rúma nøkrum so øðrvísi og slóðbrótandi, sum listini hjá Vegghamar. Tað er heldur eitt eyðkenni fyri hann, at hann ikki letur seg ávirkað ella órógva hvørki av fortíðini, øðrum listafólkum ella rákum í nútíðini. Vegghamar umboðar bara seg sjálvan og er eftir mínum tykki tann mest orginali myndlistamaðurin við eiga í Føroyum, sigur Maria Mørkøre.