STJÓRNARSKIPAN v.m.

   

Heri Mohr

"Dimmalætting" nr. 97 (25.05.04) kunnger á síðuni Meiningar & Heilsanir eina grein um stjórnarskipan sum ta fyrstu í eini komandi røð skrivað av formanninum, næstformanninum og skrivaranum í grundlógarnevndini.
Flest allir føroyingar - eftir seinasta løgtingsvali at døma umleið 70% av veljarunum - høvdu vónað, at tann politiski ófriðurin og ótryggleikin, sum í 5 ár órógvaði og avskeplaði dagligu tilveruna her í Føroyum, skuldi fara í søguna, og ein nýggj tíð í harmoni við føroyska psyku fór sum ein annar Føniks at rísa uppaftur úr øskuni, nú ein breið og vónandi sterk samgonga mannar landsstýrið.
So bláoygd mugu vit tó ikki vera, tí har, sum ein skriða er lopin, er onnur væntandi, og um verandi løgtingssamgonga ikki rekur tann politik, sum ein stórur meiriluti av Føroya fólki hevur givið henni (samgonguni) mandat til, fáa vit eitt politiskt skriðulop um 4 ár, sum kann verða til óbótaligan skaða fyri tilveru føroyinga í Føroyum.
Syngið tá um lagnu og blóð og fjallafonn, tað gevur bingo í portrinum til tað nationalistiska Elysion.
Í nevndu grein verður fráboðað, at hon og komandi greinarøð eru medvitað polemiskar, og skotið verður upp, at "vit samtykkja eina mannagongd", til tess at føroyingar kunnu "taka seg burtur úr samveldi sínum við Danmark".
Fyrsta greinin er sum sagt skrivað av trimum tittlum, og so hevur hon onga undirskrift. Hetta virkar ikki serliga professionelt, og óvist er, um seriøs fólk fara at luttaka í einum polemikki, sum valla kann brúkast til nakað skilagott, konstruktivt í okkara gerandisdegi, og í versta føri verður stóra trumma, sum skal hirða undir politisku øsingina í okkara lítla landi.
Í kvøld (25/5) hoyrdu vit í Ú/F, hvat ið tann dugnaligi bankastjórin J. Astrup Hansen hevur sagt í Keypmannahavn (í Fólkatinginum ?) um stuðulin, sum ríkiskassin letur til tað føroyska heilsuverkið (Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús, Statshospitalið í Havn, Ríkishospitalið v.m.) og almannaverkið (pensiónir, heimarøkt, røktarheim, dagstovnar, sjúkrakassar v.m.). Óvæntað og hugstoytt at hoyra tað, sum hann skal hava sagt, tí hann veit kanska betur enn nakar, hvussu tað sveiggjandi økonomiska barometrið skikkar sær í Føroyum.
Tað kann vera óheppið og volda størri skaða enn gagn at lata seg (mis)brúka av politikarum.
Og í "Dimmalætting" - eisini í kvøld - lósu vit eina grein hjá Rolf Guttesen um tað, ið Hermann Oskarsson, formaður í búskaparráðnum (gestatalarin, sum í Hósvík greiddi frá, at síðani 1993 hevur landskassin bert brúkt 10% av blokkinum), skal hava sagt í Danmarks Radio P2.
Hetta fekk meg at minnast aftur á tað, sum ein kendur havnarmaður segði fyri nógvum árum síðan:
"Einki sjokerar meg meira", og so sló hann seg á pannuna.
Eg sigi og geri sum hann, og annars haldi eg meg til William Heinesen: "Vi må nu se, om vi så nogenlunde kan holde balance mellem det latterlige og det ophøjede".