Flestu skúlar kring landið hava innan fyri tey seinastu fýra ella fimm árini útvegað sær eina tilbúgvingarætlan ella eina »soleiðis gera vit ætlan«, sum tey kunnu halda seg til, tá eitt barn verður rakt av sorg.
Tórshavnar Kommunuskúli fekk eina slíka tilbúgvingarætlan fyri fýra árum síðani, og hendan hevur víst seg at virkað væl, sigur skúlastjórin Hanus Joensen.
? Tað er ein beiskur veruleiki, at ein slík tilbúgvingarætlan er rætt og slætt neyðug hjá skúlum at hava, staðfestir Hanus Joensen og heldur fram, at talan er um eina kreppustøðu í einum flokki ella skúla, tá eitt barn til dømis missir annað av foreldrum sínum.
Tað kann vera ómetaliga torført at vita, hvør skal gera hvat og hvussu, og tí er ein niðurskrivað ætlan gull verd fyri lærarar á skúlanum. Minnið hevur tað at siga so, hvussu slaviskt ein tílík ætlan verður fylgd, tí tað má arbeiðast út frá tí einstaka døminum um sorg.
Kommunuskúlin hevur ein tilbúgvingarbólk, sum er tilreiðar, tá eitt hvørt hendir, sum kann raka børnini við sorg. Og júst hesin bólkur saman við øllum hinum lærarunum á skúlanum hava arbeitt við at orða tilbúgvingarætlanina.
Ymiskar hendingar
Í tilbúgvingarætlanini er lagt upp fyri, at tað er ymiskt, hvat kann henda, sum ger, at eitt barn ella fleiri, verða rakt av sorg.
Endamálið við ætlanini er bert í greiðum vendingum at seta orð á, hvussu gerast kann, tá sjúka, deyði ella vanlukka rakar skúlan ella tey nærmastu hjá teimum, ið dagliga eru í skúla.
Tilbúgvingarætlanin hjá Kommunuskúlanum er býtt upp í bólkar.
Felags miss, har talan er um antin næmingar sum eru longi burtur vegna sjúku, næmingur sum doyr, næmingur sum doyr brádliga. Og so eru tveir aðrir bólkar: Tá ið lærari doyr og Missur hjá tí einstaka.
Undir hesum trimum bólkunum verður somuleiðis nágreiniliga sagt, hvat stuðulsbólkurin á skúlanum kann gera í samband við tað, sum er hent.
Til dømis tá talan er um næming, sum er deyður, fer stuðulsbólkurin inn og ger nakað við plássið hjá næminginum, skrivar minningarorð, kransar ella blómur, fylgja og fer til ervið, hjálpa til í sambandi við jarðarferðina og annað, serligan morgunsang við stuttum minningarhaldi og so framvegis.
Ella tá lærari er deyður kunnu tey til dømis fara inn og tosa opið við næmingarnar, um hvat er hent, nær og hvussu, hvat nú - herundir gera næmingarnar róligar og annað.
Uppgávan hjá hesum stuðulsbólkinum er somuleiðis at fylgja við, hvat kemur út av viðkomandi tilfari, dagføra tilbúgvingarætlanina, virka sum stuðul, har tørvur er á tí, fylgja upp og eftirmeta og gera nýggjar lærarar kunnugar við tilbúgvingarætlanina.
Eisini kann stuðulsbólkurin skipa fyri fundum, fyrilestrum ella evnisdøgum og kunna aðrar lærarar um nýtt tilfar, tilboð um skeið og so framvegis.