Góða gongdin hjá Skála er brotin, meðan oddaliðið stevnir beint í móti meistaraheitinum. Tað er status eftir dystin á Mølini sunnudagin.
Samanumtikið var ikki talan um nakran serliga undirhaldandi dyst. EB/Streymur og Skála plaga annars at borga fyri góðum fótbólti, men tað var ikki støðan sunnudagin.
Skála stóð rættiliga langt afturi á vøllinum allan fyrra hálvleik, og skapti millum lítið og onki frameftir vøllinum. EB/Streymur stýrdi, men hevði trupult við at spæla seg í gjøgnum stinnu verjuna, og tá fyrri hálvleikur var spældur, var onki sum bendi á, at mál vóru í væntu á Mølini.
Appilsinlitt eykalið
Ein stórur partur av frágreiðingini til, at Skála ikki megnaði at skapa nakað serligt frameftir var tí, at teir leikararnir, ið vanliga plaga at skapa kjansirnar og skora málini hjá Skála, byrjaðu á bonkinum, og tí var tað hálvavegna eitt eykalið, sum byrjaði dystin fyri Skála.
Tá so góðu leikararnir á bonkinum koma inn, so hendir júst tað, sum ikki skuldi henda hjá Skála.
Ein hálvur minuttir er spældur av seinna hálvleiki, og Sorin Anghel fær bóltin á miðum vølli. Hann setir fer á og rennir heilt niðan í brotsteigin. Á vegnum niðan hevur hann sett tveir leikarar av, og við einum góðum skoti leggur hann bóltin í netið dygst við handaru stong, og krúnar eitt frálíkt einmansavrik við einum máli.
Eitt rættiliga avgerandi mál fyri dystin, tí hetta tvingaði Skála longur fram á vøllin, og tað hóvaði eyðvitað betri EB/Streymi, tí nú sluppu teir undan at stríðast við verjumúrin hjá Skála, ið var noyddur at flyta seg longur fram.
Fáir møguleikar
Men hóast Skála kom longur fram á vøllin, so gav hetta ikki teir heilt stóru møguleikarnar til EB/Streym. Hinvegin fekk Skála heldur ikki spælt seg til nakað nevnivert.
Skuldi eitt mál koma aftrat í dystinum, so hevði tað ikki verið uppiborið, um tað var Skála, sum javnaði. Tað gjørdu teir heldur ikki, og í staðin var tað Gert Hansen, sum økti fyri EB/Streym, tá hann stútaði eitt frísparksinnlegg frá Hans Paula Samuelsen í netið.
Fagnaðu fuglfirðingum
Ongin ivi er um, at lagið var gott á teimum allar flestu eftir dystin á Mølini í gjár. Fagnaðurin var stórur, tá Sorin Anghel legði EB/Streym á odda, og somuleiðis var gleðin stór, tá Gert Hansen skoraði til 2-0.
Men tað vóru ikki málini á Mølini, ið áskoðararnir á Mølini fegnaðust mest yvir. Størstu fagnaðarrópini og harðastu lógvabrestirnir vóru, tá kunngjørt varð yvir hátalararnar, at ÍF hevði vunnið á B36 í Fuglafirði.
Við sigrinum hava fuglfirðingar veitt EB/Streymi eina stóra hjálpandi hond í oddastríðnum, og hóast ein hálvfinala móti B36 stendur fyri framman, so er tað fyrst og fremst frágera góða støðan í landskappingini, ið fólkið tosar mest um í Sundalagnum í dag.










