Í dag hevur EM í inniróðri verið hildið í franska høvuðsstaðnum, París. Heili 10 føroyskir rógvarar tóku lut í evropameistarakappingini, og ikki kann sigast annað enn, at teir av sonnum skaraðu framúr [...] gjørdist ikki færri enn níggju heiðursmerki. Fýra gull, tríggjar silvur og tvær bronsur. Best gekk tað hjá teimum trimum føroyingum, ið eru vorðnir evropameistarar. Í aldursbólkinum 50-54 ár í tungvekt [...] stóð honum kurl, og harvið er hann evropameistari í hesum aldursbólkinum. Í opnu tungvektsbólkunum eru tað eisini tveir føroyingar, sum eru teir bestu í Evropa til sína grein. Hjá monnum vann Sverri Nielsen
Í gjár vórðu seks fólk funnin deyð í einum húsum í Ulstrup nakað sunnan fyri Randers í Danmark. Deyðu fólkini vóru eini hjún og teirra fýra børn, sum vóru í aldrinum frá 3 til 16 ár. Løgreglan hevur síðani [...] upplýsa sum er ikki, hvussu tey fimm fólkini vórðu funnin dripin. Miðlar hava nevnt, at tað tóktist verða gassluktur í grannalagnum, men løgreglan sigur, at um ein gassleki var, er tað ikki hann, sum hevur [...] síðani kannað hendingina, og í kvøld segði løgreglan í fráboðan, at alt bendir á, at tann 45 ára gamli pápin hevði tikið lívið av allari familjuni og síðani sær sjálvum. Maðurin var giftur einari 42 ára
Í dag er seinasta freist at leggja uppskot fyri tingið, sum skulu til viðgerðar í hesari tingsetuni. Sum skilst er enn eingin semja millum samgonguna og Sambandsflokkin, men tað verður framvegis arbeitt [...] arbeitt við málinum. Tað er klokkan 14.00 í dag, at Høgni Hoydal ivaleyst fer at leggja uppskot um eina fiskivinnunýskipan fyri tingið – í øllum førum sambært tí, hann sjálvur hevur sagt fleiri ferðir. Um tað [...] tað verður eitt uppskot við breiðari undirtøku ella ikki, verður sostatt ivaleyst greitt í dag. Tó so skal sigast, at um samgongan velur at bíða nakrar dagar fyri síðani at savna inn undirskriftir fyri
Danmark umsíðir kemur í gongd við at kanna dálkingina við Camp Century, sigur Suka K. Frederiksen, sum er landsstýriskvinna í náttúru- og umhvørvismálum. Hon sigur, at hetta er fyrsta stig í málinum, og hon [...] Í summar skulu serfrøðingar kanna Camp Century í útnyðringspartinum av Grønlandi. Hetta var hernaðarstøð hjá amerikumonnum fram til 1967, og partur av hernaðarstøðini var ein virkin kjarnorkureaktor. Eftir [...] og grønlendingar halda, at so má Danmark – og ikki Grønland – átaka sær ruddingina. Anders Samuelsen, sum er uttanríkisráðharri, vil sambært Ritzau ikki viðmerkja málið.
Fats Domino andaðist í gjár, 89 ára gamal. Hann var millum fyrstu rockhetjurnar í fimmtiárunum, saman við t.d. Elvis Presley, Chusk Berry og Jerry Lee Lewis. Fats hevði 11 topp 10 hitt í USA millum 1955 og [...] palli gloymdu ikki Fats, og m.a. Paul McCartney og Elton John innspældu stuðulsútgávu til frama fyri Fats Domino og familju hansara. Domino hevði konsertir heilt fram til 1990 árini, mest í New Orleans, [...] tí honum dámdi ikki so væl at ferðast. Síðstu konsertina hevði hann í 2007.
skaddur av vøllinum fyri AC Horsens í dystinum móti Randers FC. Les eisini: Hallur skaddur av vøllinum Men komandi landsdystirnir móti Lettlandi og Ungarn, eru ikki í vanda fyri miðvallarprofilin á føroyska [...] fyri in.fo. - Tað sum hendi var at eg fór niður í eina takkling, har mótstøðuleikarin traðkaði niður á knæðið hjá mær. Eg havi tveir knobbar sitandi eftir í knænum, og tað er eitt sindur blátt, men talan [...] føroyska landsliðnum um eina viku, tá Føroyar á heimavølli spæla móti Lettlandi. Hallur Hansson spældi ikki við teir báðar seinastu landsdystirnar, av tí at hann tá sat uttanfyri við skaða.
nógvur vindur var í nátt. Tískil fingu tey ikki farið inn og kannað málið, men tey hava verið í sambandi við eigaran av húsunum, sum sigur, at eingin var í húsunum. Løgreglan metti tí støðuna í nátt sum verandi [...] Stutt eftir klokkan 1 í nátt, fekk løgreglan fráboðan av Argjum um, at stórur eldur sást loga á Borðoynni. Løgreglan kannaði málið og tað vísti seg at vera eldur í einum húsum í Bjargamannadali. Talan [...] fólk hava í haganum, til tá hagin í økinum skal røkjast. Vakthavandi greiðir frá, at løgreglan og brandmeistarin fóru við tyrlu norðureftir og nakrir løgreglumenn vóru við, men tey sluppu ikki framat, tí
Nýggjur vinnari var, tá ið 5-mannafør við gentum kappróðu á jóansøku í Vági. Tað er sera tjúkt á Vágsfirði, og harvið er tað ikki so lætt at fylgja við, sum tað plagar at vera. Blikur, Falkur, Tambar, [...] og onkur annar bátur vóru leingi væl við, men fram ímóti málinum vóru tað Falkur og Tambar, sum vóru í øgiligari kapping um sigurin, meðan Blikur, sum var fremstur tvær tær undanfarnu ferðirnar, datt eitt [...] frammanfyri Tambar hjá Knørrafelagnum. Hetta var fyrsti sigurin hjá Falki, men sigurin var kanska ikki púra óvæntaður, tí Falkur stóð seg heilt væl á Skálafjørðinum fyri einari viku síðani. 1 Falkur 05
Klaksvík var aftur í dag bestur í kappingini millum 6-mannaførini við monnum. Harvið hava ungu menninir á Páll Fanga tryggjað sær fulla úrtøku í trimum teimum fyrstu róðrunum og eru favorittar í FM kappingini [...] kappingini. Sigurin í dag var ikki so sannførandi, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar. Gongurólvur og Rádni løgdu bragdliga fyri og vóru eftir startspurtin undan Páll Fanga. So gekk tað soleiðis, sum tað [...] avbjóðararnar. Sammett við undanfarnu ferðirnar eydnaðist tað ikki Páll Fanga at sleppa av við næsta bátin. Gongurólvur var treiskur, og í endaspurtinum bjóðaði hann av aftur. Páll Fangi vardi tó borg
at lítið hevur verið at gjørt í gjárkvøldið og í nátt. Einans tvær hendingar av týdningi hava verið. Seinnapartin í gjár var boðað frá eldi í einum húsum í vesturbýnum í Havn. Tá sløkkiliðið kom á staðið [...] síðani var fest í. Ein maður var í húsinum og hesin hevði sjálvur boðað frá eldsbrunanum. Eldurin gjørdi ikki stórvegis um seg, men nakað av royk- og sótskaða var. Hin hendingin var seint í gjárkvøldið, tá [...] alfaraveg. Tá løgreglan kom fram á mannin víst tað seg, at hann var dýrandi fullur. Maðurin var heldur ikki til at tosa við og úrslitið varð, at hann varð handtikin og koyrdur til Klaksvíkar at sova rúsin av