Páll Fangi bestur í harðari kapping

6-mannafør menn: Gongurólvur var nærri vinnaranum í dag, enn nakar áður hevur verið teimum úr Klaksvík

Páll Fangi úr Klaksvík var aftur í dag bestur í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.

Harvið hava ungu menninir á Páll Fanga tryggjað sær fulla úrtøku í trimum teimum fyrstu róðrunum og eru favorittar í FM kappingini.

 

Sigurin í dag var ikki so sannførandi, sum hann hevur verið undanfarnu ferðirnar. Gongurólvur og Rádni løgdu bragdliga fyri og vóru eftir startspurtin undan Páll Fanga.

So gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. Tøkini hjá Páll Fanga munaðu betri, og so við og við stakk Páll Fangi seg framum avbjóðararnar.

 

Sammett við undanfarnu ferðirnar eydnaðist tað ikki Páll Fanga at sleppa av við næsta bátin. Gongurólvur var treiskur, og í endaspurtinum bjóðaði hann av aftur. Páll Fangi vardi tó borg og fór um málið skutin undan Gongurólvi.

 

1 Páll Fangi 05.12.28

2 Gongurólvur 05.13.36

3 Rádni 05.16.09

4 Lómur

5 Sølmundur