Fyri føroyska landsliðið var tað ein lítil skelkur, tá Hallur Hansson fríggjakvøldið, noyddist skaddur av vøllinum fyri AC Horsens í dystinum móti Randers FC.
Les eisini: Hallur skaddur av vøllinum
Men komandi landsdystirnir móti Lettlandi og Ungarn, eru ikki í vanda fyri miðvallarprofilin á føroyska landsliðnum. Tað váttar Hallur Hansson fyri in.fo.
- Tað sum hendi var at eg fór niður í eina takkling, har mótstøðuleikarin traðkaði niður á knæðið hjá mær. Eg havi tveir knobbar sitandi eftir í knænum, og tað er eitt sindur blátt, men talan er bert um eitt slag. So eg verið tøkur til fyrstu venjingina hjá føroyska landsliðnum, sum verður týsdagin, sigur Hallur Hansson.
Hallur Hansson fær sostatt comeback á føroyska landsliðnum um eina viku, tá Føroyar á heimavølli spæla móti Lettlandi. Hallur Hansson spældi ikki við teir báðar seinastu landsdystirnar, av tí at hann tá sat uttanfyri við skaða.