- Tað eru nógvir lutir eftir at loysa í friðarsamráðingunum millum Hamas og Ísrael.
Soleiðis verður sagt í uttanríkisráðnum í Katar um samráðingarnar, sum eru í løtuni, og tað er Reuters sum endurgevur.
Eitt talsfólk fyri myndugleikarnar í Katar sigur, at tað í løtuni hvørki ber til at vera bjartskygdur ella svartskygdur um gongdina.
Síðan kríggið millum Hamas og Ísrael byrjaði fyri tveimum árum síðan, hevur Katar havt ein týðandi leiklut í samráðingunum millum stríðandi partarnar.
Tað var í gjár, at Hamas og Ísrael fóru undir óbeinleiðis samráðingar um friðaruppskotið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump.
Í hesum umfarinum eru samráðingarnar í Egyptalandi.
Áðrenn samráðingarnar byrjaðu, segði Donald Trump, at hann væntaði eina avtalu skjótt, men í dag ivast Katar í, hvussu skjótt ein møgulig avtala fyriliggur.
##med2##