Ógvusligur eldur á Borðoynni í nátt

Løgreglan slapp ikki til húsið

Stutt eftir klokkan 1 í nátt, fekk løgreglan fráboðan av Argjum um, at stórur eldur sást loga á Borðoynni. Løgreglan kannaði málið og tað vísti seg at vera eldur í einum húsum í Bjargamannadali. Talan er um hús, sum fólk hava í haganum, til tá hagin í økinum skal røkjast. 

 

 

Vakthavandi greiðir frá, at løgreglan og brandmeistarin fóru við tyrlu norðureftir og nakrir løgreglumenn vóru við, men tey sluppu ikki framat, tí tað logaði enn og nógvur vindur var í nátt. 

 

Tískil fingu tey ikki farið inn og kannað málið, men tey hava verið í sambandi við eigaran av húsunum, sum sigur, at eingin var í húsunum. 

 

Løgreglan metti tí støðuna í nátt sum verandi ov vandamikla til at nærkast húsunum við tyrlu og heldur fóru tey avstað aftur. Men í dag fer løgreglan at kanna málið, tá ið tað vónandi verður minni vindur seinni í dag.