Í dag er seinasta freist at leggja uppskot fyri tingið, sum skulu til viðgerðar í hesari tingsetuni.
Sum skilst er enn eingin semja millum samgonguna og Sambandsflokkin, men tað verður framvegis arbeitt við málinum.
Tað er klokkan 14.00 í dag, at Høgni Hoydal ivaleyst fer at leggja uppskot um eina fiskivinnunýskipan fyri tingið – í øllum førum sambært tí, hann sjálvur hevur sagt fleiri ferðir.
Um tað verður eitt uppskot við breiðari undirtøku ella ikki, verður sostatt ivaleyst greitt í dag.
Tó so skal sigast, at um samgongan velur at bíða nakrar dagar fyri síðani at savna inn undirskriftir fyri at sleppa at leggja uppskoti fram eftir freistina, so ber tað væl til.
Samgongan hevur bundið seg til, at verða Sambandsflokkurin og samgongan ikki samd um eitt uppskot, so fer samgongan at skriva undir uppá, at Sambandsflokkurin sleppur at leggja sítt egna uppskot fram eisini.










