Ein lá nátt í brummuni

Ein mátti koyrast til Klaksvíkar at sova, meðan ein grýta turrkókaði í Havn.

Løgreglan boðar frá, at lítið hevur verið at gjørt í gjárkvøldið og í nátt. Einans tvær hendingar av týdningi hava verið.

 

Seinnapartin í gjár var boðað frá eldi í einum húsum í vesturbýnum í Havn. Tá sløkkiliðið kom á staðið vísti tað seg, at tað var ein grýta, sum hevði kókað turr og síðani var fest í. Ein maður var í húsinum og hesin hevði sjálvur boðað frá eldsbrunanum.

 

Eldurin gjørdi ikki stórvegis um seg, men nakað av royk- og sótskaða var.

 

Hin hendingin var seint í gjárkvøldið, tá fráboðan kom úr Eysturoynni, at ein maður gekk og mól á alfaraveg.

 

Tá løgreglan kom fram á mannin víst tað seg, at hann var dýrandi fullur. Maðurin  var heldur ikki til at tosa við og úrslitið varð, at hann varð handtikin og koyrdur til Klaksvíkar at sova rúsin av sær.

 

Hann kann vænta sær eina revsing frá løgregluni seinni.