Falkur vann í Vági

5-mannafør gentur: Genturnar úr Hósvík vunnu fyri fyrstu ferð í ár

Nýggjur vinnari var, tá ið 5-mannafør við gentum kappróðu á jóansøku í Vági.

Tað er sera tjúkt á Vágsfirði, og harvið er tað ikki so lætt at fylgja við, sum tað plagar at vera.

Blikur, Falkur, Tambar, Beinta og onkur annar bátur vóru leingi væl við, men fram ímóti málinum vóru tað Falkur og Tambar, sum vóru í øgiligari kapping um sigurin, meðan Blikur, sum var fremstur tvær tær undanfarnu ferðirnar, datt eitt sindur afturum.

 

Falkur úr Hósvík var akkurát frammanfyri Tambar hjá Knørrafelagnum. Hetta var fyrsti sigurin hjá Falki, men sigurin var kanska ikki púra óvæntaður, tí Falkur stóð seg heilt væl á Skálafjørðinum fyri einari viku síðani.

 

1 Falkur 05.57.11

2 Tambar 05.27.13

3 Blikur 05.58.24

4 Drekin 05.59.45

5 Beinta 06.00.46

6 Báran 06.02.30

7 Kollur 06.08.10

 

8 Sílið 06.15.07