Fats Domino andaðist í gjár, 89 ára gamal.
Hann var millum fyrstu rockhetjurnar í fimmtiárunum, saman við t.d. Elvis Presley, Chusk Berry og Jerry Lee Lewis. Fats hevði 11 topp 10 hitt í USA millum 1955 og 1960.
Kend eru t.d løgini Blueberry Hill, Ain't That a Shame, I’m Walkin´, Blue Monday og Walking to New Orleans.
Tá ódnin Katrina herjaði New Orleans í 2005, noktaði Fats Domino at fara úr heimi sínum, tí hann passaði sjúku konu sína. Familjan varð bjargað, men misti stóran part av ognum sínum, so fíggjarliga rakti hetta hart.
Men vinirnir á palli gloymdu ikki Fats, og m.a. Paul McCartney og Elton John innspældu stuðulsútgávu til frama fyri Fats Domino og familju hansara.
Domino hevði konsertir heilt fram til 1990 árini, mest í New Orleans, tí honum dámdi ikki so væl at ferðast. Síðstu konsertina hevði hann í 2007.










