Stórsligna altjóða tøkniráðstevnan TONIK verður í SILO í Sjóvinnuhúsinum í Havn 3. mai 2024. Endamálið við ráðstevnuni er, at vinnan og øll, sum eru áhugaði í nýskapandi tøkni og íverksetan fáa ein kveikjandi [...] er Freyr Friðfinnsson. Freyr er útbúgvin KT-verkfrøðingur og hevur eina MA útbúgving í leiðslu og innovation. Harumframt er hann stýrislimur í stýrinum fyri Nordic Innovation, sum er ein stovnur undir N [...] endamál er, at menna nýskapanarumhvørvið í Norðanlondum. ##med2## Freyr hevur drúgvar royndir innan nýskapan og vøkstur. Seinastu 5 árini hevur Freyr arbeitt í KLAK – Icelandic Startups, við at menna
Jakob Ellemann-Jensen hevur sum floksformaður fingið heimild frá baklandinum hjá Vinstra til at kanna møguleikan fyri at fara í stjórn. Tað heldur fyrrverandi floksformaðurin og fyrrverandi forsætisráðharrin [...] sum eisini hevur heitt á formannin um at fara tann vegin, sjálvt um tað verður við Mette Frederiksen sum forsætisráðfrú. – Eg eri fegin um – og eg tulki stuðulin frá landsfundinum – sum eina heimild til [...] hvussu heldur tú, at hann hevur fingið hesa heimild? – Lutvíst tosi eg við fólk, men tit hoyrdu eisini fagnaðin har inni, at tað er stuðul til, at gera tað, sigur Fogh. Fleiri formenn í lokalfeløgum hjá Vinstra
apurin í ólavsøkurøðu løgmans. Men mannagongdin, sum landsstýrið hevur lagt, tykist øvug: -Fyrst skulu vit lýsa Føroyar sum fullveldi, -síðani skulu vit smíðja og samtykkja eina grundlóg, -og í triðja [...] føroyingar ynskja. Javnaðarflokkurin hevur - eftir drúgva innanhýsis viðgerð og umrøðu - mælt til at gera eina sjálvstýrislóg sum eitt stig ímóti størri sjálvbjargni. Eina skipan millum verandi heimastýrið [...] 25-30% ynskja loysing. Í øllum førum skal fólkið taka støðu til bæði grundlógar- og fullveldisuppskotini á fólkaatkvøðu, men spurningurin er framvegis, um tey flestu ikki ynskja eina miðleið, sum eisini
er hann í holt við eina familjusøgu, sum hann kallar at vera rættiliga sermerkt. Hetta er ikki hansara fyrsta roynd at skriva bøkur. Tvær barnabøkur hevur hann skrivað, eina um ein drong og eina um ein [...] Sum 14 ára gamal gavst hann í skúlanum, og fór í staðin at royna seg sum fiskara við at ferðast runt í Íslandi. Alla staðni har hann fór, hevði hann sín gittara hjá sær. Í 1980 gav hann sína fyrstu plátu [...] Aftaná skal eg geva eina fløgu út saman við einum rokk/popp bólki, og síðan vera konsertir á skránni, greiðir Bubbi Morthens frá. Samstundis er hann í holt við at skriva eina bók um eina á. Hon snýr seg søguna
Higartil hevur bert verið talan um tann eina innanhýsis dystin millum liðini. Nevnliga hann har ÍF á heimavølli basti TB. Og júst hetta ger, at TB í øllum førum ikki hevur ráð at missa enn einaferð. Í so máta [...] kanska enn meira avgerandi fyri teirra viðkomandi. Hóast tær í løtuni eru á øðrum plássi í kappingini, so hevur tað bent tann vegin, at tær eru eina lítla tonn veikari enn ÍF og TB. Skal hetta mótprógvast, [...] Men hinvegin hevur júst Dráttur eina ferð fyrr í ár sett kílar í hjá ÍF, og so er spurningurin, hvørt tær á oddaliðnum lærdu nakað av teirri ferðini, ella um Dráttur enn einaferð skal órógva.
Landsstýrið hevur í dag sent Kosovo eina kvøðu í sambandi við, at landið hevur lýst seg sjálvstøðugt at vera Um tað var atfinningin hjá formanninum, Jørgen Niclasen, sum skumpaði undir, er óvist, men [...] veruleikin er, at løgmaður í dag hevur sent nýggja sjálvstøðuga statinum Kosovo eina heilsan. Heilsanin er sjálvandi send á enskum, men ljóðar leystliga umsett soleiðis á føroyskum: »Harra forseti Vegna [...] eitt týðandi stig í tykkara tjóðskaparligu og demokratisku menning, og vit virðismeta tykkara ynski at náa hægsta stigi av demokratii og frælsi. Eg beri tykkum tey bestu ynski um eina ríka framtíð fyri
fríggjadegnum til 26. august hevur listamálarin Kári Svensson framsýning í Gallarí Focus í Havn. Framsýningina nevnir hann Eina ferð gjøgnum náttúruna, og á framsýningini hevur hann 18 málningar. Fernisering [...] Fernisering verður fríggjadagin frá kl. 16 til 18. Hetta er fimtur ferð, at Kári Svensson hevur framsýning í Gallarí Focus.
fíggja eina undirsjóvartunnil í Sandoynna. Tað heldur Páll á Reynatúgvu, talsmaður hjá Tjóðveldi í samferðslumálum. Hann fegnaðist, tá ið hann las í Sosialinum í farnu viku, at sjálvur løgmaður hevur sett [...] gjørligt eiga vit ikki frammanundan at læsa okkum føst í eina ávísa loysn. Annars hevur Tjóðveldi víst á eina loysn, har undirsjóvartunnilin inn í Eysturoy verður almennur, og at inntøkur haðani frá verða [...] gera eina loysn fyri, hvussu tunnilin kann byggjast og fíggjast. Men Páll á Reynatúgvu heldur, at allir flokkar á tingi eiga at vera við í bólkinum. - Eg haldi, at tað hevur týdning at finna eina semju
gjøgnum kongaríkið Danmark limur í NATO. Nógv kjak hevur verið um júst hetta í seinastuni, kanska serliga í sambandi við radaramálið, har ein gjøgnumgangandi spurningur hevur verið, um vit hoyra til vesturheimin [...] man vil tað, so má mann eisini gera okkurt í sambandi við støðuna í Ukraina. Man hevur eina moralska skyldu at viðvirka her, sigur hann. – Føroyar eru jú limur í NATO, og tí er hetta eisini ein NATO-reaktión [...] landið í Vesturheiminum eingi tiltøk setur í verk ímóti Russlandi. Soleiðis sigur danski fólkatingslimurin Søren Espersen, sum er uttanríkisorðførari fyri Danska Fólkaflokkin (DF). Søren Espersen hevur annars
kærarin býr hevur hevur sítt húsarhald Samstundis veðrur kært um, at hann heldur ikki síðani hevur fingið møguleikar fyri hoyring og at enda verður kært um, at hann als ongar upplýsingar yvirhøvur hevur fingið [...] honum, at talan í veruleikanum er um eina uppsøgn, og at reglurnar um víðkaða hoyringsskyldu tí eiga at galda fyri málið. At enda sigur hann, at av tí at talan er um eina serstøðu, sum í veruleikanum fær [...] Strandferðsluni sigur, at talan er um eina fyrisitingarliga avgerð og at proklameringin um, at talan er um eina ”politiska avgerð”, ikki útihýsir, at talan er um eina fyrisitingarliga avgerð. Hann sigur