Náttúrumyndir í Focus

Friggjadagin letur Kári Svensson upp stóra málningaframsýning í Gallarí Focus í Havn

Frá fríggjadegnum til 26. august hevur listamálarin Kári Svensson framsýning í Gallarí Focus í Havn.
Framsýningina nevnir hann Eina ferð gjøgnum náttúruna, og á framsýningini hevur hann 18 málningar.
Fernisering verður fríggjadagin frá kl. 16 til 18.
Hetta er fimtur ferð, at Kári Svensson hevur framsýning í Gallarí Focus.