Espersen: Óvanligt um Føroyar einki gera við støðuna í Ukraina

– Eg haldi, at løgtingið má finna eina loysn, sum løgtingið metir vera moralskt rætta, sigur Søren Espersen, uttanríkisorðførari og fólkatingslimur fyri DF

(Mynd: Ida Guldbaek Arentsen/Ritzau Scanpix)

– Tað er heilt óvanligt, um Føroyar sum tað einasta landið í Vesturheiminum eingi tiltøk setur í verk ímóti Russlandi.

 

Soleiðis sigur danski fólkatingslimurin Søren Espersen, sum er uttanríkisorðførari fyri Danska Fólkaflokkin (DF).

 

Søren Espersen hevur annars áður stuðlað Føroyum í mun til revsitiltøk móti Russlandi. Í 2014 segði hann til dømis, at tað var dupultmoralskt at kritisera Føroyar fyri at útflyta fisk til Russlands, tí Føroyar eru ikki partur av ES.

 

Men nú er støðan ein heilt onnur, heldur hann.

 

– Eg kann ikki taka undir við, at man einki ger við støðuna yvirhøvur, nú aftaná at Russland hevur viðurkent Donetsk og Lugansk, sigur Søren Espersen.

 

Jeppe Kofod, danskur uttanríkisráðharri, gjørdi í gjár greitt, at Danmark førdømir Russland, sum nú kann vænta harðastu revsitiltøk, sum russar nakrantíð hava sæð. Og seinnapartin í gjár steðgaði Týskland gasleiðini til Russlands, Nord Stream 2, sum fer at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Russland.

 

Men føroyska landsstýrið hevur enn ikki boðað frá nøkrum líknandi revsitiltøkum, og í Breddanum í gjár kundi løgmaður ikki siga seg fordøma Russland, eins og fleiri av heimsins leiðarum hava gjørt.

 

– Men hetta er ikki rætt, sum verður gjørt, vit halda, at tað sum er farið fram í Ukraina er ikki tað, sum vit kenna frá okkara demokratiið. Og tí halda vit, at støðan er álvarsom. Men vit eru ikki boðin við til nøkur revsitiltøk, segði løgmaður við Kringvarpið.

 

LES EISINI: Eingin biðið Føroyar vera við í revsitiltøkum

 

Søren Espersen vil ikki siga, hvat hann heldur, at Føroyar eiga at gera í hesum sambandi - til dømis um vit skulu steðga øllum útflutningi til Russlands, ella hvat. Men hann heldur bara, at vit eiga at taka eina støðu í Føroyum sum skjótast.

 

– Eg meini ikki, at man skal tvinga Føroyar til nakað. Men eg haldi, at løgtingið má finna eina loysn, sum løgtingið metir vera moralskt rætta, sigur DF-orðførarin.

 

Ein moralsk skylda

 

Føroyar eru gjøgnum kongaríkið Danmark limur í NATO. Nógv kjak hevur verið um júst hetta í seinastuni, kanska serliga í sambandi við radaramálið, har ein gjøgnumgangandi spurningur hevur verið, um vit hoyra til vesturheimin ella ikki - og hvørjar treytir hetta hevur við sær. 

 

Men nú er hetta ein gyltur møguleiki hjá Føroyum at taka ábyrgd sum partur av NATO, heldur Søren Espersen. 

 

– Vit hava ofta hoyrt, at Føroyar gjarna vilja involverast meira í uttanríkis- og trygdarpolitiska spælinum. Um man vil tað, so má mann eisini gera okkurt í sambandi við støðuna í Ukraina. Man hevur eina moralska skyldu at viðvirka her, sigur hann.

 

– Føroyar eru jú limur í NATO, og tí er hetta eisini ein NATO-reaktión. Tað virkar løgið, um Føroyar sum tær einastu standa uttan fyri eina semju í NATO, sigur hann.

 

– Í løgtinginum burdi man generelt diskuterað hetta fyri at finna útav, um man følir seg sum ein lim av NATO, ella um man følir seg uttanfyri. Og so má man eisini finna útav aktuellu støðuni um, hvat man ger við russiska innrás í Ukraina, sigur Søren Espersen.

 

(Mynd: Ida Guldbaek Arentsen/Ritzau Scanpix)