Fullveldi ella sjálvbjargni

________

Føroyingar vilja hava meiri sjálvstýri, men meirilutin í føroyska fólkinum vil ikki loysa frá Danmark. Hetta hava fleiri veljarakanningar seinastu árini víst, og hetta vísti eisini úrslitið á løgtingsvalinum 30. apríl.


HØvuðssetningurin hjá sitandi landsstýri er at skipa Føroyar sum sjálvstøðugt fullveldi. Tað sigur samgonguskjalið og hetta er eisini høvuðsboðskapurin í ólavsøkurøðu løgmans.


Men mannagongdin, sum landsstýrið hevur lagt, tykist øvug:


-Fyrst skulu vit lýsa Føroyar sum fullveldi,


-síðani skulu vit smíðja og samtykkja eina grundlóg,


-og í triðja lagi skulu vit skapa fyrisitingarligu og búskaparligu fyritreytirnar!


Rættast hevur sjálvandi verið at skapa fyritreytirnar, smíðja grundlógina og síðani skipa Føroyar sum eitt nýveldi, um hetta er ynski fólksins.


MEn tað er sjálvandi spurningurin, um hetta er tað, sum føroyingar ynskja.


Javnaðarflokkurin hevur - eftir drúgva innanhýsis viðgerð og umrøðu - mælt til at gera eina sjálvstýrislóg sum eitt stig ímóti størri sjálvbjargni.


Eina skipan millum verandi heimastýrið og fullveldi.


Veljaraknningar hava víst, at 50% av fólkinum ynskir hesa leiðina, samstundis sum bara 25-30% ynskja loysing. Í øllum førum skal fólkið taka støðu til bæði grundlógar- og fullveldisuppskotini á fólkaatkvøðu, men spurningurin er framvegis, um tey flestu ikki ynskja eina miðleið, sum eisini meginparturin av fólkafloks- og sjálvstýrisfloksveljarunum vilja hava.