Íslendski tónleikarin, Bubbi Morthens, er ein av best umtóktu og mest elskaðu tónleikarum í Íslandi. Hann er í dag 52 ár, og hevur síðan 1980 verið virkin á íslendska tónleikapallinum. Hansara langi listi yvir útgávur, telur bæði soloútgávur og útgávur saman við øðrum tónleikarum. Hann tók síni fyrstu stig sum tónleikari, tá hann sum 12 ára gamal fekk ein gittara frá mammu síni. Sum 14 ára gamal gavst hann í skúlanum, og fór í staðin at royna seg sum fiskara við at ferðast runt í Íslandi. Alla staðni har hann fór, hevði hann sín gittara hjá sær. Í 1980 gav hann sína fyrstu plátu út, sum fekk navnið Ísbjarnarblues. Tað, sum var serligt við Ísbjarnarblues, og yvirhøvur við tekstunum hjá Bubbi Morthens, vóru hansara atfinningar mótvegis íslendska samfelagnum, sum ikki góvu fiskimonnunum tey rættindi og virðing, teir høvdu uppiborðið. Hann var tá ikki greiður yvir hvørja ávirkan, hansara tónleikur skuldi fáa á fólkið. Hann gjørdist alt fyri eitt væl umtóktur í sínum heimlandi, tað gekk skjótt fram á fyri Bubbi, og fylgjandi árini lat hann útgávur við stuttum millumbili úr hondum.
Um vikuskiftið vitjaði Bubbi Morthens í Føroyum. Hann spældi tvær konsertir í Norðurlandahúsinum, og hóast influensa og hálsbruna, setti hann eina løtu av til eitt prát um tónleik, bókmentir, rúsevnimisnýtslu og óskil í íslendskum politikki.
At skriva er sunn passión
Bubbi Morthens er enn ein virkin tónleikari. Hvørt mánakvøld er hann í íslendskum útvarpi við eini sending, har hann spælir eitt nýtt lag. Nýggju sangirnir snúgva seg um íslendsku bankakreppuna.
- Tilsamans vera 20 sangir um bankakreppuna. Aftaná skal eg geva eina fløgu út saman við einum rokk/popp bólki, og síðan vera konsertir á skránni, greiðir Bubbi Morthens frá.
Samstundis er hann í holt við at skriva eina bók um eina á. Hon snýr seg søguna hjá laksafiskarínum í júst hesi ánni, frá tí at fyrsta flugan varð kastað í 1878, og verður síðan søgd gjøgnum fleiri ættarlið, og um danskarar og amerikanarar, ið leitaðu sær til Íslands fyri at fiska laks. Samstundis er hann í holt við eina familjusøgu, sum hann kallar at vera rættiliga sermerkt. Hetta er ikki hansara fyrsta roynd at skriva bøkur. Tvær barnabøkur hevur hann skrivað, eina um ein drong og eina um ein laks. Í fjør gav hann út eina bók við stuttsøgum um laksafiskarí, sum fekk sera góð ummæli. Hendan nýggja bókin verður kortini øðrvísi, sigur hann.
- Tað er torført at greiða frá, men hetta at skriva er ein av mínum sunnu passiónum, sigur Bubbi Morthens, sum peikar á, at tað ikki er so nógv øðrvísi enn at skriva sangir. Og hann skuldi vitað, hvat hann tosar um, tí hann hevur latið ikki færri enn 700 sangir úr hondum. Hóast hann er skriftblindur. Til at hjálpa honum, hevur hann fingið stjóran fyri íslendska útgávufelagið, Mál og Menning.
Eina altjóða og eina heimagjørda kreppu
Sum tann samfelagsrevsari hann er, heldur hann seg ikki aftur við at geva íslendsku politikarum skyldina fyri óskilið, sum valdar í íslendsku bankaverðini. Hann er ikki í iva um at íslendingar skulu klára seg, men landið hevur stórar trupulleikar við tí fíggjarligu støðuni.
- Hetta er fyrsta ferð, at Ísland er í slíkari kreppu, og at so nógv fólk hava mist so nógv ella alt í nógvum førum. Men Ísland hevur tvær kreppur. Eina altjóða bankakreppu, og eina heimagjørda kreppu. Vit vita, at tað er so, og at politikarnir ikki taka ábyrgd fyri nakað. Men taka teir ábyrgd, hava vit møguleikan at byrja av nýggjum. At siga nei til gamla politikkin, og rudda borðið, sigur Bubbi Morthens.
Sjálvur var Bubbi Morthens ein av teimum, ið misti pening í fíggjarkreppuni.
- Men tað eru bara pengar. Eg havi ikki mist míni børn ella mína heilsu. Men øll hava mist, og vit mugu læra av hesum, sigur hann.
Føddur alkoholikari
Tað eru mong ár síðan Bubbi Morthens búði í Føroyum. Hann var 17 ár, tá hann ávegis til Danmarkar valdi at steðga í Føroyum. Hann búði í 3-4 mánaðir í Klaksvík og Havn.
- Her hitti eg nakrar fittar gentur, og eg minnist at tað manglaði hasj í Føroyum.
Rúsevni og rúsdrekka vóru í mong ár hansara ósunnu passiónir. Hvønn dag í 18 ár roykti Bubbi Morthens hasj, og í nógv ár var hann bundin av kokain. Til endans kollapsaði alt, og hann avgjørdi at fáa sær hjálp fyri sítt misbrúk.
- Tað tekur tíð at finna út av, um tú ert alkoholikari. Eg kollapsaði til síðst. Men um tú ert heppin, fært tú hjálp rímiliga skjótt, og fyri meg vóru Tey 12 stigini svarið. Tað er eitt programm, sum er fult av ráðum og hjálp til misnýtarar. Eg eri sannførdur um, at eg eri føddur alkoholikari. Eg kendi meg forkertan øll árini, eg var ungur drongur, líka til eg roykti hasj fyrstu ferð. Tá kendi eg meg fullkomnan, greiðir Bubbi Morthens frá.
Føroyar eitt serligt pláss
Tað tók Norðurlandahúsinum stutta tíð at selja øll atgongumerkini til Bubbi Morthens konsertina, sum var leygarkvøldið, og á skránna var sett ein eykakonsert sunnudagin. Tað gleðir Bubbi Morthens, at síggja so nógvar føroyingar koma til sína konsert, tí so kann hann nýta høvi at takka teimum fyri stuðulin, sum føroyingar hava veitt íslendingum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyingar rætta íslendingum eina hjálpandi hond. Tá skriðulopið var í Suðavík í 1995, har 14 fólk doyðu, stuðlaðu føroyingar íslendsku tjóðini við pengum.
- Eg tori at siga, at eg havi nógvar brøður og systrar her í Føroyum. Eg haldi at Føroyar eru eitt lítið stórt samfelag, sum hevur eitt serligt pláss í íslendskum hjørtum.
Hetta sama kvøldið, Bubbi Morthens spælir fyri fullsettum hølum í Norðurlandahúsinum, syngur Jógvan Hansen seg víðari í íslendska Melody Grand Prix’num. Sjálvur hevur Bubbi Morthens ikki lurtað eftir Melody Grand Prix síðan í 1974, tá ABBA vann við Waterloo. Kortini dámar honum væl føroyskan tónleik, serliga Teitur og Kára P., og Eivør, sum hann hevur spælt saman við. Í 28 ár hevur hann sungið, og at meta eftir konsertini leygarkvøldið, er hann enn á toppinum. Og júst sum hann lovaði, fekk íslendska bankaverðin eitt slag yvir fingrarnar, og føroysku áhoyrarnir eina tøkk frá Bubbi Morthens.