Tað er Sigmund Poulsen, sakførari, sum klagar vegna Starvsmannafelagið. Og Starvsmannafelagið umboðar Jóhan Isholm, sum arbeiðir á Strandfaraskipum Landsins og býr í Tórshavn
Men viðmerkt verður, at nógvir limir í Starvsmannafelagnum arbeiða á Stradferðsluni og tí er tað meira av formligum orsøkum, at júst nevndi limur sum kærir.
Og tað, sum Jacob Vestergard verður kærdur um, er at Johan Isholm ikki er hoyrdur um avgerðina at flyta umsitingina hjá Strandfaraskipum Landsins úr Tórshavn, har kærarin býr hevur hevur sítt húsarhald
Samstundis veðrur kært um, at hann heldur ikki síðani hevur fingið møguleikar fyri hoyring og at enda verður kært um, at hann als ongar upplýsingar yvirhøvur hevur fingið um málið enn.
Víst verður á, at 26. februar stóð at lesa á Portalinum, at ”samgongan” hevði tikið avgerð
um at øll umsitingin av Strandfaraskipum Landsins skal flytast til Suðuroyar tann 1. januar Starvsfólkið á Standferðsluni visti einki um hetta og hevði eingi boð fingið.
Dagin eftir boðaði landsstýrismaðurin í innlendismálum starvsfólkunum
á Strandfaraskipum Landsins til fundar til fundar og har upplýsti hann, at avgerðin er tikin, at hann hevði tikið avgerðina, at hetta var ein politisk avgerð, at hetta er fyri at skapa arbeiðspláss í Suðuroy, men at tað seinni kann koma upp á tal, at onkur kann arbeiða part av tíðini í Tórshavn . Og hann upplýsti, at hetta verður gjørt, ”kosta hvat tað kosta vil”, sum hann tók til.
Síðani tá er einki meira hent. Ikki eitt orð frá landsstýrismanninum ella Innlendismálaráðnum.
Sakførarin hjá Strandferðsluni sigur, at talan er um eina fyrisitingarliga avgerð og at
proklameringin um, at talan er um eina ”politiska avgerð”, ikki útihýsir, at talan er um
eina fyrisitingarliga avgerð.
Hann sigur eisini, at avgerðin ger inntriv í starvsviðurskiftini hjá nevnda kæraranum og at hann
tí hevur krav upp á at verða hoyrdur
Somuleiðis sigur hann, at avgerðin er eitt so ógvusligt inntriv í starvsviðurskiftini hjá honum, at talan í veruleikanum er um eina uppsøgn, og at reglurnar um víðkaða hoyringsskyldu tí eiga at galda
fyri málið.
At enda sigur hann, at av tí at talan er um eina serstøðu, sum í veruleikanum fær álvarsligar avleiðingar fyri meira enn 20 fólk, og av tí at niðurstøða tygara møguliga kann hugsast at fáa ávirkan á rættarstøðu
teirra, heitir hann Løgtingsins Umboðsmann um viðgera málið skjótt og at taka eina skjóta avgerð.