vunnið sín tilverurætt bæði í norðurlendska mentanarsamstarvinum og sum mest týðandi mentanarhús í Føroyum og í Havn. Norðurlandahúsið er ein serstøk byggilistarlig perla í býnum, og sum tíðin ikki tykist [...] samfelagsbólkar. Norðurlandahúsið hevur latið heimin upp í Føroyum. Og hevur gjørt Føroyar størri í heiminum. Norðurlandahúsið gjørdist ein korall í Norðuratlantshavi. Eins og ein korall, ið er vaksin úr [...] almennu móttøkuni seinnapartin, við røðum og framførslum. Høgni Hoydal, limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, sigur í eini heilsu til Norðurlandahúsið: Húsið hevur drigið mentan. list og samstarv
Í næstum letur upp sera forvitnislig matstova á Áarvegnum í Havn. Talan er um sushi-matstovan Etika, ið fer at húsast í somu hølum sum café Jinx einaferð var í. Tað er framtaks-sama Hotel Føroyar-fyritøkan [...] eftir Áavegnum í seinastuni hava uttan iva lagt til merkis ta framúr gjøgnumførda stíl-skifti, ið er farið fram í snotuliga bygninginum, ið upprunaliga húsaði ein blómuhandil. Tú sært í dag eitt glas-tempul [...] Nú hevur hann verið í Føroyum og kunnað seg um viðurskiftini og síðani lagt lag á og samstarvað við góðar føroyskar kokkar. Grams hevði prát við Jens Rahbek í vikuni. Hesin fryntligi maður hevur ongantíð
støðan er nú. Hon heldur, at í einum rættarsamfelag er tað rættiliga óheppið, at tey ikki hava nóg mikið av arbeiðsorku til at eftirkanna tær lógir, sum skulu setast í gildi í Føroyum. - Sum støðan er nú, hava [...] hava so nógvar yvirtøku á skránni eins og nógv ríkislógartilmæli skulu lagast til og setast í gildi í Føroyum, er tað ógvuliga átrokandi, at vit uppraðfest sjálva lógardeildina, so at vit fáa gjøgnumgingið [...] rætt orðað og ikki í mótstríð við aðrar lógir. - Men vit eru so illa mannað, at tað er ein uppgáva, vit als ikki fáa røkt á nøktandi hátt, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum. Hon
ránsveiðan í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi minkað munandi. Tað er niðurstøðan á fundi á Malta fyrr í hesi vikuni ímillum fiskimálaráðharrarnar í londunum í Norðuratlantshavi. Fiskimálaráðið sigur í tíðindaskrivi [...] kunning um seinasta nýggja í sambandi við veðurlagsbroytingar og avleiðingar fyri fiskivinnu. Í hesum sambandi greiddi Tórbjørn Jacobsen í stuttum frá um veðurlagsráðstevnuni í Føroyum í apríl og ætlanina at [...] havið og í gjøgnum NEAFC og NAFO um eftirlit, sum hevur elvt til, at ránsveiðan í altjóða sjógvi í Norðuratlantshavi munandi minkað. Her er serliga talan um kongafisk í Irmingarhavi og tosk í Barentshavi
hjá Føroya Tele. Samtakið hevði 38,5 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Kristian Davidsen, stjóri er gestur í Rás2 tíðindunum klokkan 17 Í tíðindaskrivi verður sagt, at árið var merkt av nógvum [...] um 58,4 prosent í inntøkuvøkstri, sum fyrst og fremst stavar frá, at Føroya Tele í fjør keypti fleiri KT-fyritøkur ? Formula.fo og Munk IT og Conzern í Danmark. Keypini vóru ein liður í, at Føroya Tele [...] inntøkurnar øktar. Haldaratalið hjá Televarpinum øktist við 15 % í fjør, so Televarpið er í dag størsti veitari av fylgisveinasjónvarpi í Føroyum. 2007 var merkt av, at Føroya Tele legði SHEFA-2 kaðalin umvegis
føroyingar hava verið við til europameistaraskapið í havfisking, sum varð hildið har suðuri í Onglandi. Charles J. Olsen, Heini Weihe og Magni Blástein settu kós í ein sunnan og bjóðaðu seg fram millum teir mongu [...] EM-kappingini gjørdist Heiko Dreier, sum er ein týskari búsitandi í Írlandi. Tað var ymiskt hvussu tað gekk hjá føroyingunum í hesi kapping, ið var í tveimum, Line Class Championship og Boat Championship. - Teir [...] ið verður í Írlandi í september 2008. - Vit vilja gjarna takka okkara stuðlum, Faroe Travel, Jógvan Weihe og Formula Føroyar, ið gjørdu tað møguligt hjá okkum at fara sum Team Formula úr Føroyum.
atkvøðurætt í okkara løgtingi, so her er niðurstøðan greið: Í Danmark ráða føroyingar og danir saman við grønlendingum, men í Føroyum eru tað bert føroyingar sum ráða. Øll eru sjálvstýrishugað! Í 60 ár hevur [...] flokka allar føroyingar í sjálvstýris- og sjálvsbjargnishugað. Slíkan málburð kundi tú brúka í 1930 men als ikki í dag. Hetta minnir ikki sørt um royndirnar at flokka føroyingar í kristnar og ókristnar [...] onkur dani er at finna í okkara umsiting, men kortini ikki í nær námind so nógv sum føroyingar, ið starvast innan donsku umsitingina. Føroyingar hava umboðan og atkvøðurætt í danska fólkatinginum, meðan
skjótálop Føroysku spælararnir vóru nóg illa komnir í gongd í seinna hálvleiki, tá Bárður Johannesen fekk reyða kortið eftir sína triðju útvísing í tveir minuttir, og tískil mátti hann uppliva restina [...] økja, tá Lars L. Black, sum byrjaði í føroyska málinum, bjargaði brotskasti. Og løtuna eftir minkaðu Føroyar um munin, so bara eitt mál var á muni eftir fyrsta korterið í dystinum, tá støðan var 6-5 til Sveis [...] Sveis. Men so stóð bara fast, og í einar 10-11 minuttir eydnaðist ikki Føroyum at skora eina einastu ferð, meðan Sveis streyk avstað og økti til 12-5. Tá tóku føroysku venjararnir ein taktiskan steðg,
landsstýrinum hann sigur, at í grundini er spurningurin rættiliga einfaldur: Er prísurin betri í Føroyum, fer onki uttanlands av avreiða, tí so loysir tað seg ikki. Men hann heldur, at í pørtum av flotanum er [...] er søtur musikkur í oyrunum á Vibergi Sørensen, formanni í Reiðarafelagnum, at landsstýrið nú ætlar at geva skipunum fríari ræsur at landa uttanlands, soleiðis sum løgmaður greiðir frá í greinini omanfyri [...] roknistykki vísir, at tað er ein fyrimunur, heldur enn at verða tvingað at avreiða í Føroyum. Allar forðingar burtur Hann sigur, at í seinastuni hevur tann trupulleiki eisini tikið seg upp at fiskavirkini eru
væl komnari í føroyska flotan, og vit ynskja eigarunum og manning og klaksvíkingum og Føroyum sum heild hjartaliga tillukku við hesum megnar átakinum. Tað hevur verið hugaligt at fylgja við í, hvussu dreymurin [...] hevur verið hugaligt at síggja, hvussu vinnulívsmenn í fleiri ættarlið stútt og støðugt hava ligið á takinum. Tað er ikki óbroytiligur veruleiki at vera í fremstu røð. Inntil fyri ikki so mongum árum síðani [...] Tað snúði seg um at fáa so nógv í lastina, sum tað á nakran hátt bar til. Tað kann gott vera, at henda fatanin framvegis finst onkra staðni. Soleiðis hevur tað verið í menningarlondunum, sum hava útflutt