Tríggir kappingarhugaðir føroyingar hava verið við til europameistaraskapið í havfisking, sum varð hildið har suðuri í Onglandi.
Charles J. Olsen, Heini Weihe og Magni Blástein settu kós í ein sunnan og bjóðaðu seg fram millum teir mongu dugnaligu fiskimenninar.
- Fiskiháttirnar máttu vit læra okkum av nýggjum. Tað var ikki sum í Føroyum, har tú lorar engda teinin niður á botn og so eitt sindur upp frá. Her fekst tú frystan makrel, høgguslokk og so ein pakka av sandormum, ið vit ikki høvdu engt við fyrr, sigur Magni Blástein.
- Fiskasløgini, vit fiskaðu eftir, vóru sera ymisk frá okkara, summir líktist mest onkrum akvariufiski. Annars kann nevnast, at fiskasløgini vit fingu vóru conger eel, trigger fish, cokoo wrasse, undulate ray, spotted ray, sea bass og tað mest vanliga var kanska ein í kallaðist brim.
Sjálvt um vit tríggir føroyingar ikki vóru so kendir við hesar fiskiháttir og sløgini, so stóðu vit ikki langt aftanfyri í stigum, sigur Magni.
Viðurkendu Føroyar
Vinnarin av EM-kappingini gjørdist Heiko Dreier, sum er ein týskari búsitandi í Írlandi. Tað var ymiskt hvussu tað gekk hjá føroyingunum í hesi kapping, ið var í tveimum, Line Class Championship og Boat Championship.
- Teir tríggjar dagarnir seinna kapping vardi, var veðrið fyrstu tveir dagarnar fantastiskir, og fríggjadagin var øgiliga jolvut á sjónum, so her gjørdist tað eitt sidur verri at fiska, av tí tað vóru upp til 10 personar í bátinum, sigur Magni Blástein.
Charles endaði sum nummar 101 av 178 luttakarum, og størsta fiskin í kappingini fekk Heini Weihe. Fongurin var ein conger ell, sum vigaði um 35 pund og var 225 cm langur.
- Vit halda sjálvur, at hetta hevur verið ein fantastisk uppliving, og eitt tað størsta avrikið, vit hava heim við í skjáttuni, er, at EFSA, ið skipar fyri kappingini, hevur viðurkent Føroyar sum tjóð. Vit fara nú at arbeiða ímóta at stovna EFSA Føroyar, og tá kunnu vit í sambandi við kappingar uttanlands veittra við Merkinum á jøvnum føtum við hinar tjóðirnar, sigur Magni.
- Vit upplivdu, at EFSA er sum ein stór familja, og vit føldu okkum sera vælkomnar millum allar hinar luttakararnar og gleða okkum til næstu kapping, ið verður í Írlandi í september 2008.
- Vit vilja gjarna takka okkara stuðlum, Faroe Travel, Jógvan Weihe og Formula Føroyar, ið gjørdu tað møguligt hjá okkum at fara sum Team Formula úr Føroyum.