Eru tað italiumenn ella pólendingar sum ráða í Føroyum?

Í 60 ár hava vit hoyrt somu plátu frá loysingafólkunum, teir vita helst ikki, hvussu plátan skal vendast, og tískil mega vit hoyra tað sama lagið ár undan ári, og tað ljóðar soleiðis:

“Í Føroyum skulu føroyingar ráða “

Eru tað ikki bara føroyingar, sum manna okkara lógevandi ting – løgtingið? Okkara landsstýri, øll okkara bý-og bygdaráð og allar okkara leiðslur innan tað almenna og privata?

Gamaní, onkur dani er at finna í okkara umsiting, men kortini ikki í nær námind so nógv sum føroyingar, ið starvast innan donsku umsitingina.

Føroyingar hava umboðan og atkvøðurætt í danska fólkatinginum, meðan danir hava kvørki umboðan ella atkvøðurætt í okkara løgtingi, so her er niðurstøðan greið:

Í Danmark ráða føroyingar og danir saman við grønlendingum, men í Føroyum eru tað bert føroyingar sum ráða.

 

Øll eru sjálvstýrishugað!

Í 60 ár hevur staðið okkum í boði at fara úr verandi samríki, og eingin kann forða okkum í at loysa. Heimastýrislógin røkkur líka at loysingini, og nýskipanaruppskotið hjá Sambandsflokkinum røkkur eisini líka at loysingini. Við hesari vitan kennist tað bæði løgið og óskiljandi at lesa og hoyra, hvussu politikkarar, samfelagsfrøðingar og serliga fjølmiðlar framhaldandi flokka allar føroyingar í sjálvstýris- og sjálvsbjargnishugað. Slíkan málburð kundi tú brúka í 1930 men als ikki í dag.

Hetta minnir ikki sørt um royndirnar at flokka føroyingar í kristnar og ókristnar politiskar flokkar.

ABC-samgongan gjørdi munin meira við sjálvstýri og sjálvsbjargni enn fulveldissamgongan, hóast hon var mannað við tveimum samríkisflokkum, men kortini verður nú aftur rópt eftir eini loysingasamgongu, sum í seks ár prógvaði, at hon als ikki megnaði at geva okkum størri sjálvstýri ella størri sjálvbjargni.

Tað munnu vera fá menniskju, ið hava størri frælsi og sjálvræði enn føroyingar, men tað vil ikki siga, at vit ikki framhaldandi skulu arbeiða fyri enn meira sjálbjargni, tí tað er nakað sum allir føroyingar ynskja.

 

Blokkurin og yvirtøkur

Í dag er eingin politiskur flokkur ímóti at gera fleiri yvirtøkur, um tað verður gjørt við fullari gjaldsskyldu. Besti háttur at tryggja og menna okkara vælferð, sjálvstýri og sjálvbjargni, er at fáa tær framdu yvirtøkurnar at virka, og síðan at yvirtaka fleiri økir, soleiðis sum tilskilað í nýskipanaruppskoti sambandsfloksins. Tá minka vit við viðring um blokkin, og tá kemur dagurin, har vit við fólkaatkvøðu skulu velja millum ríkisfelagsskap, frælsanfelagsskap ella fulla loysing.

Tann samgongan, sum best kann røkka hesum máli er : B+C+D, men hon hevur í dag bert 15 tinglimir, og tiskil er neyðugt at taka A ella E við, men ein B+D+E-samgonga er eisini ein møguleiki.

Tórshavn tann 28.01.2008