Í dag fylti fremsti mentanarpallur okkara, Norðurlandahúsið, 30 ár og føðingardagin hevur húsið verið opið at kalla á tamb.
Ein hópur av tiltøkum hava verið í øllum húsinum og á húsinum og har var heilt nógv fólk komið saman.
Ikki minst var eisini nógv fólk komin saman á almennu móttøkuni seinnapartin, við røðum og framførslum.
Høgni Hoydal, limur í formansskapinum í Norðurlandaráðnum, sigur í eini heilsu til Norðurlandahúsið:
Húsið hevur drigið mentan. list og samstarv úr øllum hinum Norðurlondunum til Føroya og úr øllum heimi..
Norðurlandahúsið hevur lagt rásir til føroyska mentan, list og samstarv út í hini Norðurlondini og út í allan heim.
Norðurlandahhúsið hevur skapað mentan, list og tiltøk um alt Føroya land. Húsið hevur verið opið fyri øllum og hevur hýst alskyns tiltøkum fyri øll samfelagsøki og allar samfelagsbólkar. Norðurlandahúsið hevur latið heimin upp í Føroyum. Og hevur gjørt Føroyar størri í heiminum.
Norðurlandahúsið gjørdist ein korall í Norðuratlantshavi. Eins og ein korall, ið er vaksin úr lívrunnum tilfari. Har óteljandi skap taka seg upp. Sum dregur lív og virksemi afturat sær úr øllum ættum. Har ein ørgrynna av vøkstri og ymiskum verum finna lívsumstøður og skapa nýggj sambond. Eitt yðjandi lív, sum heldur á og leggur afturat við møguleikum fyri hvørt ættarlið.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, segði í síni føðingardagsheilsan:
Norðurlandahúsið hevur øll árini givið føroyingum lut í markleysa heiminum bæði til mentan og list. Tað hevur brýnt okkara vit, tað hevur argað okkara sansir, tað hevur flutt okkara mørk.
Og Norðurlandahúsið hevur so sanniliga vunnið sín tilverurætt bæði í norðurlendska mentanarsamstarvinum og sum mest týðandi mentanarhús í Føroyum og í Havn.
Norðurlandahúsið er ein serstøk byggilistarlig perla í býnum, og sum tíðin ikki tykist rína á. Vit eru øll góð við Norðurlandahúsið. Men húsið er bert karmurin. Við skiftandi stjórum hevur Norðurlandahúsið megnað at fylt karmin við mentan og list innan so at siga allar listasjangrur, bæði føroyskari og útlendskari, og samstundis verið eitt portur hjá føroyskum listafólki til norðurlendska og altjóða pallin.
Tað er einki at taka seg aftur í, at Norðurlandahúsið sum depil hevur havt serstaka stóran týdning fyri Havnina. Samstarvið millum Tórshavnar kommunu og Norðurlandahúsið hevur altíð verið gott, bæði um praktisk viðurskifti og um felags verkætlanir. Ein stórur mentanardepil sum hesin smittar eisini av upp á annað mentanarligt virksemi í býnum.
Myndamaður okkara, Álvur Haraldsen var í Norðurlandahúsinum seinnapartin, har hann tók hesar frálíku myndirnar









