Føroya Tele um 40 mill. kr. í yvirskoti

2007 hilnaðist væl hjá Føroya Tele. Samtakið hevði 38,5 milliónir krónur í avlopi eftir skatt í fjør. Kristian Davidsen, stjóri er gestur í Rás2 tíðindunum klokkan 17 Í tíðindaskrivi verður sagt, at árið var merkt av nógvum virksemi, millum annað var SHEFA-2 kaðalin lagdur og íløgur vóru gjørdar í KT-fyritøkur, sum eru ein liður í at víðka virkisøkið frá vanligum fjarskifti til at fevna um KST-heildarveiting

Ársúrslitið hjá Føroya Tele var 38,5 milliónir krónur eftir skatt í 2007. Ársúrslitið er hægri í mun til 2006, tá avlopið var 26,7 milliónir krónur eftir skatt. Nevnd og leiðsla meta ársúrslitið vera gott, men rokna samstundis við einum lægri úrsliti í ár, orsaka av øktum kostnaði av SHEFA-2 kaðalinum.

Inntøkurnar hjá samtakinum vóru 512,3 milliónir krónur, sum er munandi hægri samanborið við 2006, tá ið nettosølan var 323,4 milliónir krónur. Talan er um 58,4 prosent í inntøkuvøkstri, sum fyrst og fremst stavar frá, at Føroya Tele í fjør keypti fleiri KT-fyritøkur ? Formula.fo og Munk IT og Conzern í Danmark. Keypini vóru ein liður í, at Føroya Tele víðkaði virkisøkið frá vanligari telefoni til at fevna um KST-heildarveiting.

Á aðalfundinum í dag var avgjørt at lata Føroya Landsstýri, sum er einasti partaeigari, sjey milliónir krónur í vinningsbýti. Eginpeningurin í felagnum var 358,7 milliónir krónur við árslok 2007.

Fastnetið er framvegis størsta inntøkukeldan hjá Føroya Tele, hóast inntøkurnar frá fastnetinum eru minkaðar seinnu árini. Breiðbandið er eitt av teimum minnu virkisøkjunum, men alsamt fleiri breiðbandshald eru teknað, og inntøkurnar øktar. Haldaratalið hjá Televarpinum øktist við 15 % í fjør, so Televarpið er í dag størsti veitari av fylgisveinasjónvarpi í Føroyum.

2007 var merkt av, at Føroya Tele legði SHEFA-2 kaðalin umvegis Hetland og Orknoyggjarnar til Skotland fyri at tryggja Føroyum eitt gott fjarskiftissamband við útheimin. Sjókaðalin kostaði 127 milliónir krónur. Føroya Tele gjørdi tilsamans 143 milliónir krónur í íløgum í kervið í fjør. Tá er SHEFA-2 íroknaður. Íløgur verða støðugt gjørdar fyri at menna kervið, sum skal vera grundarlagið undir munadyggum tænastum, og íløgukarmurin í ár er 28 milliónir krónur.

Rikke Berg Larsen er farin úr nevndini og Randi Frederiksberg er nývald. Í nevndini sita Heini Zachariassen, formaður, Reidar Nónfjall, næstformaður og Randi Frederiksberg , sum umboða Landsstýrið. Harumframt eru Ulla Stenberg og Jónhild Rasmusen starvsfólkavald umboð í nevndini.