Óheppið fyri rættartrygdina í Føroyum

Lógmálaráðið í Tinganesi er so illa mannað, at tey fáa ikki havt nóg gott eftirlit við lógaruppskotum, sum skulu leggjast fyri Løgtingið. Tað er ómetaliga óheppið fyri rættartrygdina, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna

Lógmálaráðið í Tinganesi er ógvuliga illa mannað.

Ein uppgáva hjá lógmálaráðnum er at gjøgnumganga øll lógaruppskot, sum landsstýrisfólk ætla at leggja fyri Løgtingið fyri at tryggjað, at tey eru ílagi og at tey eru rætt orðað og ikki í mótstríð við aðrar lógir.

- Men vit eru so illa mannað, at tað er ein uppgáva, vit als ikki fáa røkt á nøktandi hátt, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í lógarmálum.

Hon sigur, at lógardeildin lógmálaráðnum hevur bara tveir løgfrøðingar í starvi, har tann eini eisini er deildarstjóri og tað er als ikki nóg mikið til at gjøgnumganga øll lógaruppskotini.

- Sostatt er tað rættiliga vónleyst hjá okkum at røkja okkara eftirlitsskyldu við lógaruppskotum, sum skulu leggjast fyri Løgtingið.

- Tì er tað ógvuliga átrokandi at fáa pening til fleiri lógfrøðingar, so at vit fáa røkt hendan partin av okkara virkisøki nóg væl.

- Serliga nú vit hava so nógvar yvirtøku á skránni eins og nógv ríkislógartilmæli skulu lagast til og setast í gildi í Føroyum, er tað ógvuliga átrokandi, at vit uppraðfest sjálva lógardeildina, so at vit fáa gjøgnumgingið alt tað lógararbeiði á nøktandi hátt.

Hon heldur tí, at tað er neyðugt at fáa einar tveir løgfrøðingar afturat, men tað hevur løgtingið ikki játtað pening til, sum støðan er nú.

Hon heldur, at í einum rættarsamfelag er tað rættiliga óheppið, at tey ikki hava nóg mikið av arbeiðsorku til at eftirkanna tær lógir, sum skulu setast í gildi í Føroyum.

- Sum støðan er nú, hava vit verið noydd at send fleiri stór lógarverk aftur til tey ráðini, sum skulu leggja tey fyri Løgtingið, uttan at hava havt møguleikan at eftirkanna tey nóg væl.

Hon nevnir nýggju tryggingarlógina og lógina um Fróðskaparsetrið sum dømi um tvær slík lógaruppskot, sum tey ikki hava havt umstøður at eftirkanna nóg væl, men fleiri onnur dømi eru.

- Men tá ið trupulleikar stinga seg upp, er tað ofta fyrisitingin, sum stendur fyri skotum. Tí er trupulleikin ikki bara tann, at okkum tørvar fólk, Trupulleikin er eisini, at tað er tórført at varðveita fólkið, vit hava sum er nú, tí tað er ikki serliga motiverandi at standa fyri skotum í heilum, tá í veruligi trupulleikin er, at tað er trot á fólki