til viðgerðar í formanskapinum, og so verður tað upp til tey fólkavaldu at taka støðu til um tey ynskja eitt valdømi, sigur Edmund Joensen. Um orsøkina til, at leggja uppskotið fram júst í heyst, sigur [...] tey væltalandi og vælhavandi í miðstaðarøkinum, sum fara at stýra landinum framyvir, sigur tingformaðurin, at soleiðis er longu nú. - Óansæð hvørja skipan vit hava, verða tað í alt størri mun tey, sum duga [...] leggja uppskotið fram so seint í valskeiðinum. Flokkarnir eru longu farnir undir uppstillingina, og hava heldur ikki havt tíð til at leggja valstríðið til rættis við støði í, at landið verður eitt valdømi
sýnisgluggakonsert í Keypmannahavn, so berjast plátufeløgini um teir. Jens Ove Friis stjóri í plátufelagnum Recart var ein av heitastu fjepparunum hjá Boys In A Band eftir framførsluna í Kagganum hóskvøldið [...] sáttmáli skal eisini helst vera undirskrivaður, áðrenn eg byrji at kunngera hann í fjølmiðlunum, segði hann m.a. í samrøðu, ið seinni í dag verður at síggja undir kykmyndum á portal.fo. Man nýtist tó ikki at vera [...] men ístaðin spældi á teimum minnu konsertunum, ið vóru hildnar í Kagganum, so valdu bæði Nibe Festivalurin og Jelling Festivalurin júst henda bólk til sína spæliskrá. Sambært danska blaðnum Urban, so
Jacobsen, greiddu frá undir rættarfundinum í farnu viku, snúði málið seg einans um heimildina hjá fútanum at taka koyrikortið frá Tobba, eftir at løgtingsmaðurin í summar varð tikin fyri rúsdrekkakoyring [...] . Lat koyrikortið aftur til fútan Dómarin, Niels Toft-Vandborg, segði í viðmerkingum sínum til dómin, at paragraf 24 í stýrisskipanarlógini viðvíkjandi politiskum órini sigur, at eingin limur av tinginum [...] um at fáa sersømdir í sambandi við sítt heiti sum løgtingsmaður, og tí lat hann seinni mikudagin fútanum koyrikortið aftur til varðveitslu, so leingi sum málið gongur sína gongd. Í skrivinum, sum Torbjørn
Teir 23 næmingarnir í 7. A í Skúlanum á Ziskatrøð hevur júst vunnið fyrstu virðisløn í einari kapping hjá SEV, har tey í níggju vikur hava brúkt alis- og evnafrøði og støddfrøði tímarnar til at rokna [...] seg fram til sparingar. Tey nevna eisini sum dømi radiatorarnar úti í gongini í skúlanum, sum brenna við fullari ferð alla tíðina. Í Norðurlandahúsinum løgdu tey verkætlanina fram við stuttum filmi, sum [...] hugskot um eina stóra felags brennistøð í Føroyum. Avlopshitin frá brenningini verður brúktur til eina dampturbinu, sum framleiðir streym. Streymurin verður brúktur í verksmiðju, sum framleiðir bjálvingartilfar
Summarhugni Leitisvatn: Eitt av vøkru støðunum í Vágum er fram við tí stóra vatninum. Hetta vita fólk í oynni, og hetta munnu fleiri føroyingar somuleiðis vita. Men tað eru eisini onnur enn føroyingar [...] vakurleikan sum finst her. Hetta fingu vit fullgott prógv fyri mikudagin í farnu viku, tá tosað varð við tvey donsk pør, sum í góðveðrinum sótu og hugnaðu sær á hesum staði við einum drekkamunni og frukt [...] tá var hon í búkinum á mammu síni. - Nú hildu vit, at hon skuldi koma við aftur, fyri at uppliva Føroyar og fyri at halda sambandið við oyggjarnar, sigur Jens, sum er giftur við Gitte og býr í Ålborg. Beiggi
kappingarár: Vit blivu nummar trý í fjør, og hetta ætla vit at gera betri í ár. Vit vóna, at bæði Rannvá og Laila vera klárar heilt skjótt, og tær fara heilt víst at hjálpa seinni í ár. Eisini er ein møguleiki [...] báðum liðum. Tær eru sterkar í verjupartinum, álopspartinum og kontraspælinum, so hesi bæði liðini vera ring at vinna í ár. Hini trý liðini skulu vit tó klára, tí vit skulu enda í millum trý tey ovastu. At [...] eydnast, so hava vit ein sera spennandi hóp. Nýggi venjarin skal fáa liðið aftur í toppin Egil Steintórsson er nýggjur venjari í VB, men hann er eingin ókendur maður innan føroyskan hondbólt. Asta letur væl
føroysk bygd: Fólkini fara út í tún. Í dag koma tey so út undir hetta stóra takið, og har er samskiftið eisini millum teknikkarar, starvsfólk, og leiðslu. Ein av uppgávunum var júst at samansjóða deildir, sum [...] ning, har teir hava allar sínar loynidómar í ? telesentralar og annað, sigur Páll Holm Lave. Sum ein gomul bygd Tað tóma rúmið, sum fyllir nógv miðskeiðis í bygninginum hevur eisini sína serligu funktión; [...] sum nú eru eini sjey støð í býnum, sigur Páll Holm Lave. Ein ljós uppliving Stóra rúmið endar í ein sunnan, har kantinan er. Suðureftir er ein stillads-bygningur uttaná, sum hevur fimm funktiónir. - St
mammurnar við teirra børnum eina útferð í Hattarvík á Fugloynni. Ein dagur, sum var avbera væleydnaður. Børnini kennast rættuliga væl í dag, og nøkur av teimum ganga í sama flokki. Tey koma væl út av tí saman [...] Fyri 13 árum síðani komu sjey børní Klaksvík í verðina innan fyri tíggju dagar. Tær sjey mammurnar vóru koyrdar í ein mammubólk, sum hittist einaferð um mánaðin saman við heilsusjúkrasystrini. Har fingu [...] vanligt í dag, at mammubólkar blíva til eftir barnsburðar. Men teir varða sum oftast bert tey fyrstu árini, og so detta teir burtur, tá børnini eru vorðin stór. Men ikki hesin mammubólkurin í Klaksvík
, um hugsað verður í feløgum. - Um ein hugsar um hondbóltsfeløg í Føroyum, og hvar hesir ávísu dómararnir hava spælt, so skilji eg væl, at fólk finnast at avgerðina um at seta júst hesar dómararnar. Men [...] Dómararnir í føroyskum hondbólti eru ikki longur knýttir at nøkrum hondbóltsfelag. Teir umboða dómarafelagið, og tí eiga teir við tíðini at hava møguleika at døma øll liðini í landinum. Um vikuskiftið [...] dømdu Hannis og Uni Wardum finaluna í manshondbólti ímillum Kyndil og VÍF. Í seinna dystinum skulu Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen døma, meðan Hannis og Uni aftur skulu døma sunnudagin, um tað verður
Signalini eru nógv. Formaðurin í Felagnum Línuskip ávarar ímóti kreppu í línuflotanum, rækjuflotin liggur enn í andaleypi, alivinnan anir og flakavinnan hevur ikki júst gullár í hesum døgum, hóast standurin [...] og er hetta sjálvsagt ikki haldbart í longdini. Loysnin er tó ikki at seta teknokratiskar bindingar, ið nokta fíggjarlógini at hava hall, hóast tað tykist verða móti í tí meira teoretiskt orienteraða partinum [...] at rudda upp eftir tí undanfarnu. Sum áður nevnt ber ikki til framhaldandi at hava hall í tí stødd, sum hallið í ár er. Tann sonevndi pleniklipparin ber ikki til at brúka. Raðfesting má til, og eigur samgongan