Undirtøka fyri einum valdømi

Edmund Joensen, sum fer at leggja uppskotið um eitt valdømi fram í heyst, roknar við, at tað verður samtykt.

- Hetta er nakað eg kenni á mær. Annars hevði eg ikki ómakað mær at fyrireika tað. Teir, sum siga seg ikki hava tikið støðu enn, sita í veruleikanum og lúra og vilja brúka tað til at handla við, sigur Edmund Joensen

Tíðliga í heyst fer Edmund Joensen, tingformaður, at leggja fram uppskot um at broyta valskipan Føroya, so landið framyvir bert verður eitt valdømi.

- Eg fyrireiki sjálvur uppskotið. Síðani skal tað til viðgerðar í formanskapinum, og so verður tað upp til tey fólkavaldu at taka støðu til um tey ynskja eitt valdømi, sigur Edmund Joensen. Um orsøkina til, at leggja uppskotið fram júst í heyst, sigur Edmund seg hava varhugan av, at meiriluti er fyri einum slíkum uppskotið nú.

- Endamálið við einum valdømi er, at landspolitikarar fara at føra landspolitikk og ikki, sum nú, har ov nógv orka fer til lokalpolitik, sigur Edmund Joensen.


Kendu andlitini

Spurdur, um vandi ikki verður fyri, at tað bert vera tey væltalandi og vælhavandi í miðstaðarøkinum, sum fara at stýra landinum framyvir, sigur tingformaðurin, at soleiðis er longu nú.

- Óansæð hvørja skipan vit hava, verða tað í alt størri mun tey, sum duga og hava ráð til at selja seg sjálvi gjøgnum miðlarnar, ið hava størri møguleika at verða vald. Í londunum kring okkum síggja vit eisini, at miðlarnir, pengarnir, kendu andlitini og einstøku valevnini hava størri møguleika fyri at verða vald, sigur Edmund Joensen, sum eisini ímyndar sær, at formannseffektin fer at hava alt størri ávirkan, og at tey, sum frammanundan eru fólkavald, hava betri møguleika fyri at verða vald.


Góð tíð til fyrireiking

Summi vilja vera við, at tað er óðamannaverk at leggja uppskotið fram so seint í valskeiðinum. Flokkarnir eru longu farnir undir uppstillingina, og hava heldur ikki havt tíð til at leggja valstríðið til rættis við støði í, at landið verður eitt valdømi. Hvat sigur Edmund Joensen til hetta?

- Viðvíkjandi uppstillingini vænti eg ikki, at hetta fer at hava so stóra ávirkan. Sambært løgmanni verður valið 18. januar, so her átti at verið góð tíð til at fyrireika uppstilligina, sigur Edmund Joensen. Hann vísir víðari á, at verður uppskotið samtykt, so krevur tað sjálvsagt, at flokkarnir umskipa mannagongdirnar í mun til uppstillingina, og eisini mugu hugsa meira um at fáa sterk valevni úr øllum landinum.

- Sum sagt havi eg greiðan varhugan av, at uppskotið verður samtykt, annars hevði eg ikki ómakað mær at fyrireika tað. Teir, sum siga seg ikki hava tikið støðu enn, sita í veruleikanum og lúra og vilja brúka tað til at handla við. Tað er eisini í lagi, men eg haldi meg vita, hvat úrslitið verður, sigur Edmund Joensen.

Hann dugur ikki at siga nágreiniliga nær uppskotið verður lagt fram, men tað verður í ikki longu á ólavsøku.