Sum ein føroysk bygd

Páll Holm Lave er arkitektur, og hann hevur vegna Teknistovuna hjá Árna Winther verið við til at skapa nýggja bygningin hjá Føroya Tele

Greinin er partur av eini greinarøð:

Sum ein føroysk bygd
Fakta
Ongin einsamallur
Føroyskt Met
Orginalur frá Harvard

Byggilist
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo

Uppgávan hjá arkitektinum er ganga arbeiðsgevaranum á møti, soleiðis at Føroya Tele fær tann bygning, teir hava sett sær fyri.
- Føroya Tele hevur sjálvandi havt nøkur krøv, áðrenn alt byrjaði. Vit arbeiddu við einum seks ymiskum uppskotum, áðrenn vit komu á tað rætta, sigur Páll Holm Lave, arkitektur.
Nýggi bygningurin hjá Føroya Tele er um at verða liðugur. Páll Holm Lave sigur, at bygningurin er at líkna við ein presisan kassa, sum teir hava skorið í innan.
- Kassin er samansettur av nøkrum bygningum, soleiðis at tú fært rúmið ímillum ? eitt atrium. Hetta rúmið blívur gerandisdagurin hjá starvsfólkunum, sigur Páll Holm Lave.

Loynidómar og stóra rúmið
Alt húsið er í tveimum pørtum, sum eru knýttir saman við tí stóra rúminum ? eitt atrium. Teir báðir partarnir hava hvør sína funktión.
- Tú kanst siga, at hvør hevur sína funktión. Tú hevur ein skrivstovubygning úr glasi. Og tú hevur ein teknikk-bygning, har teir hava allar sínar loynidómar í ? telesentralar og annað, sigur Páll Holm Lave.

Sum ein gomul bygd
Tað tóma rúmið, sum fyllir nógv miðskeiðis í bygninginum hevur eisini sína serligu funktión; ikki bert æstetiska, men eisini praktiska funktión. Aðalhugsanin er, at starvsfólk kunnu koma burtur frá kontóri og arbeiði.
- Tað tóma rúmið er sum ein gomul føroysk bygd: Fólkini fara út í tún. Í dag koma tey so út undir hetta stóra takið, og har er samskiftið eisini millum teknikkarar, starvsfólk, og leiðslu. Ein av uppgávunum var júst at samansjóða deildir, sum nú eru eini sjey støð í býnum, sigur Páll Holm Lave.

Ein ljós uppliving
Stóra rúmið endar í ein sunnan, har kantinan er. Suðureftir er ein stillads-bygningur uttaná, sum hevur fimm funktiónir.
- Stillads-bygningurin er ein rýmingarleið, ein góðslyft er í, hann skal verða lýsingarveggur, hann tekur sólarhita, og síðani hevur stillads-bygningurin uttan á eina skugga-effekt á veggirnar inni í bygninginum. Tú sært relief av trappum og øðrum. Tá sólin er frammi, fært tú eina uppliving av, at stilladsið kemur inn í bygningin ? tað er eitt skiftandi mynstur, sigur Páll Holm Lave.

Menniskjan og modernisman
Bygningurin er gjørdur við starvsfólkinum og menniskjanum í sentrum. Umframt eitt atrium skiftir tilfarið á hornunum. Har er bæði glas, stál og betong. Bygningurin er modernistiskur.
- Men vit eru inspireraðir av nýggjum, niðurlendskum arkitekturi. Serliga er tað Rem Koolhaas og hansara teknistova OMA, sum vit fáa íblástur frá, sigur Páll Holm Lave, arkitektur hjá Teknistovuni Árni Winther.