Eru væl skikkaði

Dómararnir til finalurnar vera settir út frá eini heildarmeting. Har innganga fleiri parametur, men ikki hvørjum felagið dómararnir einaferð hava verið atknýttir, sigur Hartvig Joensen, formaður í dómarafelagnum. – Vit hava mett, at hesi dómarapørini vóru, og eru, væl skikkaði at døma dystirnar.

Dómararnir í føroyskum hondbólti eru ikki longur knýttir at nøkrum hondbóltsfelag. Teir umboða dómarafelagið, og tí eiga teir við tíðini at hava møguleika at døma øll liðini í landinum.
Um vikuskiftið dømdu Hannis og Uni Wardum finaluna í manshondbólti ímillum Kyndil og VÍF. Í seinna dystinum skulu Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen døma, meðan Hannis og Uni aftur skulu døma sunnudagin, um tað verður neyðugt við einari triðju finalu. Hetta hevur givið eina ávísa ónøgd serliga í Vestmanna, tí allir hesir hava nevniliga havt eitt tilknýti til Kyndil.
Vit hava tikið eitt prát við formannin í dómarafelagnum, Hartvig Joensen, um ásetingarnar til finalurnar.

Verður gjørd ein meting
Formaðurin í dómarafelagnum sigur, at ásetingarnar til finalurnar vera gjørdar út frá eini heildarmeting ígjøgnum ári, har dómarafelagið metir um, hvussu tey ymisku pørini eru fyri at døma teir komandi dystirnar.
- Vit meta um, hvussu dómararnir hava klárað seg ígjøgnum árið, og vit hava mett, at hesi bæði dómarapørini hava klárað tað heilt væl í farna kappingarári. Tí hava vit millum annað sett teir at døma finaluna.
- Tað skal eisini líka leggjast afturat, at royndirnar sjálvandi hava nógv at siga, og tað verður ikki so, at vit bara seta eitt par at døma, tí tað er teirra túrur, sigur Hartvig Joensen.
- Tað hevur eisini sera stóran týdning hvussu væl dómararnir klára at tackla strongdar støður. Til finalurnar slepst heldur ikki undan, at vit í dag bert hava eitt føroyskt A-par, ið eigur at klára eina slíka uppgávu væl.

Skilir trupulleikan
Hartvig Joensen sigur seg væl skilja atfinningarnar frá fólki um dómaraásetingar, um hugsað verður í feløgum.
- Um ein hugsar um hondbóltsfeløg í Føroyum, og hvar hesir ávísu dómararnir hava spælt, so skilji eg væl, at fólk finnast at avgerðina um at seta júst hesar dómararnar. Men teir umboða ikki nakað hondbóltsfelag nú, men eitt dómarafelag, og eg haldi, at fólk mugu byrja at góðtaka dómarafelagið fyrr ella seinni, og ikki hugsa um, hvar teir ávísa dómararnar koma frá.
Hartvig heldur tó ikki, at sjálvar dómaraásetingarnar er størsti trupulleikin. Manglandi talið av dómarum er ein nógv størri trupulleiki, sigur hann.
- Eg haldi, at størsti trupulleikin er lága talið av dómarapørum í Føroyum. Tað er óheppið, at vit ikki hava fleiri dómarar. Eg haldi tað vera av alstórum týdningi, at skikkaði dómarapør verða sett við, og ongantíð betri um man kann seta ungar dómarar við. Við hesum høvdu vit haft betri møguleika at hjálpt uppá slíkar trupulleikar, sigur Hartvig at enda.