Summarhugni
Leitisvatn: Eitt av vøkru støðunum í Vágum er fram við tí stóra vatninum.
Hetta vita fólk í oynni, og hetta munnu fleiri føroyingar somuleiðis vita. Men tað eru eisini onnur enn føroyingar, ið hava fingið eyguni upp fyri teirri friðsæluni og vakurleikan sum finst her.
Hetta fingu vit fullgott prógv fyri mikudagin í farnu viku, tá tosað varð við tvey donsk pør, sum í góðveðrinum sótu og hugnaðu sær á hesum staði við einum drekkamunni og frukt.
- Hetta er eitt ótrúliga vakurt stað. So deiliga avslappandi og róligt, vóru tey øll samd um.
Talan var um tveir brøður, sum høvdu tikið konu og børn við sær til Føroyar. Og tað var ikki uttan orsøk, tí brøðurnir báðir eru hálvir føroyingar.
Føroysk móðir
Ferðalagið kom til Føroyar mánadagin við Norrønu. Júst tann upplivingin var ikki nógv at reypa av, vóru tey samdu um.
Tey fóru úr Hanstholm leygarkvøldið, men tann seinasti parturin av túrinum var eitt langt rull, tí so nógvur mótvindur var á túrinum.
So mikið størri var gleðin at kunna seta føtur á land mánamorgunin, og koyra beinleiðis vestur til Sandavágs, har tey búgva í einum summarhúsum.
Sandavágur er ikki ókent stað fyri teir báðar brøðurnar - Thorleif og Jens - við eftirnavninum Bøgh Vinther, tí mamma teirra, Oda Augustinussen er ættað hagani.
Teir báðir hava gjøgnum árini verið fleiri ferðir í Føroyum, bæði sum dreingir og nú sum menn: Jens fimm ferðir og Thorleif einar níggju ferðir, seinast fyri trimum árum síðani.
Teir hildu tað eisini vera neyðugt, at restin av familjuni kom at kenna hetta vakra landið, og tí hava teir hesa ferð tikið familjurnar við.
- Dóttir mín, Natasha, hevur verið her eina ferð áður, men tá var hon í búkinum á mammu síni.
- Nú hildu vit, at hon skuldi koma við aftur, fyri at uppliva Føroyar og fyri at halda sambandið við oyggjarnar, sigur Jens, sum er giftur við Gitte og býr í Ålborg.
Beiggi hansara, Thorleif er giftur við Lone, og tey búgva nærhendis Sønderborg.
Lætt at ferðast
Tey komu sum nevnt til Føroyar mánadagin í farnu viku, og fara aftur til Danmarkar nú fríggjadagin við Norrønu.
Fyrsta dagin á ferðini brúktu tey partvíst at koma fyri seg aftur eftir ringa siglitúrin, men hava síðani verið á Bósdalarfossi og aðrastaðni í Vágum.
Tey ætlaðu eisini at gera túrar inn í Eysturoynna, Streymoynna, til Havnar og aðrastaðni.
- Tá ein hevur bil, so liggur tað so væl fyri at koyra runt. Og serliga nú, ið undirsjóvartunnilin er komin.
- Hann ger tað so nógv lættari at vera ferðafólk í Føroyum, eru bæði Jens og Thorleif samdir um.