Ung hugsa um umhvørvið

Ein brennistøð við dampturbinu og bjálving við seyðaull. Hetta eru nøkur av uppskotunum, sum góvu 7. A í Skúlanum á Ziskatrøð fyrstu virðisløn í SEV kapping



Teir 23 næmingarnir í 7. A í Skúlanum á Ziskatrøð hevur júst vunnið fyrstu virðisløn í einari kapping hjá SEV, har tey í níggju vikur hava brúkt alis- og evnafrøði og støddfrøði tímarnar til at rokna orkunýtslu, vitja brennistøðir og finna uppá nýggjar umhvørvisvinarligar framleiðslur.

Næmingarnir greiða hugagóðir frá verkætlanini, har tey hava gjørt eitt hugskot um eina stóra felags brennistøð í Føroyum. Avlopshitin frá brenningini verður brúktur til eina dampturbinu, sum framleiðir streym. Streymurin verður brúktur í verksmiðju, sum framleiðir bjálvingartilfar úr burturkoyrdari ull og byggitilfar úr burturkoyrdum pappi og pappíri.

- Vit hava roknað út, at við tí burturkasti, sum varð brent seinasta ár, kundu vit framleitt orku, sum svarar til 7500 tons av olju, sigur ein av næmingunum, Petur.

Lærarnir Jensa Heinesen og Karl Johan Thomsen lata væl at verkætlanini. Næmingarnir hava verið hugagóðir og lært nógv.

- Men tað hevur eisini kravt nógv arbeiði. Upprunaliga var tað ætlað til eitt fak og ein lærara, men tað var alt ov lítil arbeiðsorka, greiðir Karl Jóhan Thomsen, lærari í støddfrøði frá.


Rokna, spara og framleiða

Tey hava lært nógv, siga næmingarnir. Aron greiðir frá, at tey hava rokna ræðuliga nógv stór tøl, og Poul sigur, at tey eisini hava lært at spara.

Spurd um tey royna at spara orku, siga tey, at tey ikki tendra ljósið, koyra te á termokannu heldur enn kóka umaftur og ganga í skúla. Tey sum kunnu. Tí tvær gentur koma við buss úr Norðoyri og ein drongur við bussi og báti av Trøllanesi.

- Og vit hava eisini funnið út av, at um vit sløkkja telduna heldur enn seta hana á standby, so spara vit eini 3-4000 krónur eftir trimum árum. Og tað er tað sama sum ein triðingur av einari nýggjari teldu, greiðir Petur frá.

Flokkurin hevur fingið mátitól frá SEV, sum tey hava brúkt at máta streym og rokna seg fram til sparingar. Tey nevna eisini sum dømi radiatorarnar úti í gongini í skúlanum, sum brenna við fullari ferð alla tíðina.

Í Norðurlandahúsinum løgdu tey verkætlanina fram við stuttum filmi, sum má sigast at vera professionelt gjørdur. Millum lærararnar á Skúlanum á Ziskatrøð teljast bæði kendur ljóðteknikari, Erik Biskupstøð, og ein ikki minni kendur sjónvarpsmaður, Zakarias Hammer.

Næmingarnir siga, at millum hinar verkætlanirnar vóru tey serliga hugtikin av Eiðis skúla, sum hevði gjørt heimasíðu við orkusparandi ráðum, og Kommunuskúlanum sum hevði eina væl gjøgnumførda framløgu um ein nýggjan grøna skúla.

Vinningurin frá SEV var ein vikuskiftisferð til Íslands, har tey skulu koyra í umhvørvisvinarligum brintbussum og vitja ymisk »orkuting«, sum tey siga. So nú gleða tey seg til 24. apríl, tá leiðin gongur til