Hálvvaksin mammubólkur

Mammubólkar eru allastaðni kring landið. Nýbakaðar mammur njóta møguleikan til at fara út við teirra barni og bara tosa um børn, blæur og so framvegis. Men ein mammubólkur í Klaksvík hevur havt langa livitíð, børnini eru 13 ár í dag og enn hittast mammurnar og børnini av og á

Fyri 13 árum síðani komu sjey børní Klaksvík í verðina innan fyri tíggju dagar. Tær sjey mammurnar vóru koyrdar í ein mammubólk, sum hittist einaferð um mánaðin saman við heilsusjúkrasystrini. Har fingu tær høvi til at tosa um børnini og um alt, sum hevur við nýføðingar, barnsburð og føðing at gera. Hvat er tann rætti maturin, tann rætta blæan, rætta svøvnmynstri og alt, sum ein nýbakað mamma gongur og hugsar um. Summar høvdu fingið sítt fyrsta barn, meðan aðrar áttu onnur frammanundan. Men allar høvdu tær tilfelags, at tær áttu ein nýføðing.
Hetta er vanligt í dag, at mammubólkar blíva til eftir barnsburðar. Men teir varða sum oftast bert tey fyrstu árini, og so detta teir burtur, tá børnini eru vorðin stór. Men ikki hesin mammubólkurin í Klaksvík, sum herfyri var saman í heiminum hjá Kamalu og Óla Langgaard. Har sita mammurnar ikki longur og práta um blæur og svøvn. Í dag tosa tær um, hvussu tað er at eiga tannáringar og hálvvaksin børn.
Kamala drívkraftin
Inni í stovuni hjá Kamalu Langgaard sita seks ung um 13 ára aldur og mammurnar hjá teimum. Tann sjeynda er ikki komin. Prátið gongur lívliga fyri seg, og tað letur til at vera rættuliga hugnaligt. Tey sita rundan um eitt borðið, og Kamela hevur júst borðreitt við breyði og páleggi, køkum og øðrum góðum.
Hesi er savnað saman, tí at øll børnini vóru fødd innan fyri tíggju dagar í 1990, og mammurnar hava hitts javnan síðani.
Tær siga, at tað er Kamala, sum er tann heilt stóra drívkraftin aftan fyri, at mammubólkurin hevur verið til so longi.
? Um tað ikki var fyri hana, so trúgvi eg neyvan, at vit høvdu verið saman so ofta, sigur Tina Purkhús, og hinar nikka samtykkjandi.
Útferð
Fyri nøkrum árum síðani vóru allar mammurnar við teirra børnum eina útferð í Hattarvík á Fugloynni. Ein dagur, sum var avbera væleydnaður. Børnini kennast rættuliga væl í dag, og nøkur av teimum ganga í sama flokki. Tey koma væl út av tí saman, og tað halda mammurnar vera deiligt.
? Tað hevur ongantíð verið nakar trupulleiki at fáa tey við til ein mammubólk, siga tær seks.
Tær hava ikki hitts so ofta seinnu árini, men hava tó hildið sambandið við líka. Um tær fara at halda áfram við at hittast, tað veldst um Kamalu, siga tær skemtandi. Tær høvdu kunnað hugsað sær at hildið fram, men siga tað vera torført at finna stundir til tað.
Men siga tær, tað ræður bara um at finna sær tíðina til tað. So ber tað til. Tær tosa í øllum førum um, at næstu ferð fara tær til Gøtu, har ein teirra er búsitandi.