Tobbi fekk koyrikortið og sendi tað retur

Føroya Rættur avgjørdi mikudagin, at fútin ikki hevði heimild til at taka koyrikortið frá Torbjørn Jacobsen, løgtingsmanni, fyri rúsdrekkakoyring, tí politiska órinið ikki var tikið frá tingmanninum. Tobbi fekk tí koyrikortið aftur, men seinni mikudagin sendi hann tað retur til fútan.

Sum bæði ákæruvaldið og Bjørn á Heygum, sakførari hjá Torbjørn Jacobsen, greiddu frá undir rættarfundinum í farnu viku, snúði málið seg einans um heimildina hjá fútanum at taka koyrikortið frá Tobba, eftir at løgtingsmaðurin í summar varð tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Lat koyrikortið aftur til fútan
Dómarin, Niels Toft-Vandborg, segði í viðmerkingum sínum til dómin, at paragraf 24 í stýrisskipanarlógini viðvíkjandi politiskum órini sigur, at eingin limur av tinginum kann ákærast ella revsast á nakran hátt, uttan so at politiska órinið er tikið frá honum, ella um tinglimurin er tikin "på fersk gerning".
Í sambandi við málið hjá Tobba er eingin ivi um, at maðurin ikki varð tikin "på fersk gerning", og tí varð heimild ikki fyri at taka koyrikortið frá løgtingsmanninum. Tí varð avgerð dómarans tann, at Torbjørn Jacobsen skuldi hava koyrikortið aftur beinanvegin, harafturat skal ákæruvaldið gjalda allan sakarmálskostnaðin.
Torbjørn Jacobsen, sum koyrikortið aftur stutt eftir rættarfundin mikumorgunin, hevur tó allatíðina lagt dent á, at hann ongar ætlanir hevur havt um at fáa sersømdir í sambandi við sítt heiti sum løgtingsmaður, og tí lat hann seinni mikudagin fútanum koyrikortið aftur til varðveitslu, so leingi sum málið gongur sína gongd.
Í skrivinum, sum Torbjørn Jacobsen lat fútanum saman við koyrikortinum, stendur millum annað: Bara fyri at undirritaði skal standa javnbjóðis øðrum borgarum, verður koyrikortið, sum undirritaði fekk aftur sambært dómi, kl. 10.00 í morgun, latið tykkum, meðan sjálvt málið gongur sína gongd. Órinsverjan sum løgtingsmaður skal undir ongum umstøðum forða fyri, at løgreglu- og ákæruvaldið fær gjørt sína skyldu í tí málinum.

Einki endurgjaldskrav
Spurdur um hann hevði væntað at vinna sakarmálið, sigur Torbjørn Jacobsen, at tað er ilt at siga.
- Málið er so mikið løgfrøðisligt, og tað hevði eisini mest áhuga millum løgfrøðingar. Sjálvandi er tað trupult hjá mær at verða objektivur, men undir rættarmálinum hevði eg varhugan av, at tað fór at koppa til mín fyrimun, tí argumentini hjá okkum vóru meiri logisk og verulig enn tey hjá ákæruvaldinum, heldur Torbjørn Jacobsen.
Løgtingsmaðurin sigur seg ikki hava nakrar ákærur um at reisa endurgjaldskrav móti ákæruvaldinum.
- Vit hildu tað verða órímiligt, at kortið bleiv tikið frá mær, áðrenn málið ikki var komið longur, enn at fútin júst hevði fingið tað. Tá vit so funnu út av, at einki fordømi var í danskari rættarsøgu, valdu vit at royna politiska órinið. Men tað hevur tó ongantíð verið ætlan at fáa nakrar sersømdir, og tí lati eg eisini kortið inn aftur beinanavegin, sigur Torbjørn Jacobsen.
Nú hevur fútin fingið koyrikortið aftur og kann arbeiða víðari við málinum í frið og náðum, og Torbjørn Jacobsen kann framvegis ikki koyra sjálvur til arbeiðis í tinginum.