ímynda sær, hvussu leikur hevði gingist, um Tjaldrið hevði havt Jens Martin Knudsen og Sverra Justinussen við eisini (Jens Martin er í Spania við fótbóltslandsliðnum, og Sverri hevði vegna fíggjarmálastýrið [...] Starvsmannafelagið alla náttina). Størsta leiðsla higartil í kappingini Tjaldrið, sum áðrenn sunnudagin hevði tapt 19 dystir upp í slag, vann fyrra hálvleik 19-14, og tað man vera størsta leiðslan, Tjaldrið nakrantíð [...] hann lítið frægari enn restin av liðnum. H71 vaknaði Tað var lítið at ivast í, at H71 sálarliga ikki hevði fyrireikað seg nóg væl til dystin sunnudagin, og tað hoyrir ivaleyst eisini við til søguna, at teir
Undan umfarinum í bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið, var tað torført at spáa um nakrar favorittar til at vinna umfarið. MC-Hár mundi helst verða ein av favorittunum saman við Bimbs og Crumb. Aftrat [...] sangin hjá Peturi og Eiðvør, og so tær frálíku soloirnar hjá Jón Tyril og Boga á Lakjuni. At Petur hevði goymdar gávur sum rappari, kom eisini til sjóndar undir framførsluni, og tá ið hann sang duett saman [...] hevur tveir mánaðir á baki, er ótrúligt, tí tað swingaða so væl, at man skuldi trúð, at bólkurin hevði spælt saman í fleiri ár. Rúm fyri øllum Eitt av eyðkennunum fyri Prix Føroyar er, at tað er rúm fyri
býnum. Hon var vorðin við barn, men drongurin sveik hana so dyggiliga. Lív hennar gjørdist hart, m.a. livdi hon eina tíð sum skøkja. Men hon megnaði at vinna á hesum og meira enn tað. Hon hevði eitt gott [...] nakrar ferðir, gjørdist hon ovurrík. Nú kemur hon so aftur til føðibýin og lovar gull og grønar skógir. Gamla vil hava hevnd Men gamla daman er ikki ørindaleys, hon vil hava hevnd. Hon er ikki longur menniskja [...] røðini av mannfólkum, sum gamla onkursvegna hevur misnýtt. Einar 10 ferðir hevur hon verið gift, og nú leikur fer fram, hevur hon eina hirð rundan um seg. Sakførari hennara er helst tann einasti sum so toluliga
Klaksvík verið stongd. Orsøkin til hetta er, at arbeitt hevur verið síðani tá at umbyggja svimjihøllini. Hon er vorðin gomul og ótíðarhóskandi, og tí er kommunan farin undir eina verkætlan at nýmótansgera hana [...] við hitaskipanini í gólvinum. Tískil vórðu gólvini brotin upp, og nýggj hitaskipan løgd í. Hetta hevði við sær, at nýggj og betri gólv komu í umklæðingarrúmini. Nýggju gólvini eru gjørd soleiðis, at hallið
Drátti og TB góvu knappliga stig til havnaliðið, og tað hjálpir sjálvandi í kappingini. Leygardagin hevði Fleyr a vitjan av TB a, men talan gjørdist ongantíð um nakran serligan spenning, tí til tað vóru [...] ein gomul rotta í fakinum og tað hevur liðið havt stóran fyrmun av eftir at Súsanna byrjaði aftur. Hon er sterk í álopinum og dugir væl at berjast á baklinjuni. Spælið var rættiliga einstáttað í fyrsta [...] mikið til at koyra settið heim. Fleyr vann annað sett 15-13. Einki eftir Støðan var nú 2-0 og TB hevði so gott sum givið skarvin yvir. Líka mikið hvat tær gjørdu, so var Fleyr tað betri og kundi alla tíðina
rætt sum hann segði, og tað fer neyvan dagur aftur um, har ikki nógv okkara ásanna, hvussu rætt hann hevði. Vit hava ferð eftir ferð lisið í hesum teigum, at sørvingar eftir øllum at døma fóru niður aftur [...] góðan spælara í Jón Nielsen. Tá hann tímir. Hann slær, sum ein hestur sparkar og tað er ótrúliga torført hjá blokaduni at forða sløgum hansara. Trupulleikin í ár hevur verið, at ov nógv trýst hevur ligið
afturíaftur, og á ein hátt er tað at gera av við ÍF, sum at søkkja ein tundurpropp. Tað er so øgiliga torført, tí hann kemur altíð uppaftur. Soleiðis hava fuglfirðingar víst seg meginpartin av hesum kappingarárinum [...] . Men eins og í fyrsta settið, tóku fuglfirðingar seg saman og fingu Fleyr aftur. Eftir at Fleyr hevði verið frammanfyri 10-8 fóru teir sendandi afturum 10-14. Orsøkin til hetta var ein kollektivur niðurtúrur [...] Fleyrliðið fekk. Slíkum duga fuglfirðingar væl at gera gagn av og áðrenn Fleyrleikararnir vistu av hevði ÍF vunnið settið 15-11. Stórur munur í triðja setti Aftanfyri 2-0 móti meistarunum valdi venjarin
hann stútt og støðugt skorar mál. Síðani Brian Laudrup gavst á danska landsliðnum hevur tað verið torført at fingið bóltin í kassan, og tá so hesin ungi maðurin í Hollandi aftur og aftur ger mál ? í vik [...] føroyska landsliðnum. Allan Simonsen setti seg í samband við hann, men tá segði Marc Nygaard, at hann hevði sum mál at koma á danska landsliðið, og í dag mugu vit bara staðfesta, at hann er ikki so langt frá
at tað er ikki vert at taka uppá tunguna. ? Tí hóast Vesturvón hevði fiskað 959,5 kilo ov nógv av hýsu, skerst ikki burtur, at hann hevði eina hýsukvotu uppá 177 tons eftir. ? Men tað, sum Vesturvón varð [...] norðmenn fara so harðliga fram ímóti føroyskum skipum. Tí revsingin, sum Vesturvón fekk, er so hørð, at hon slett ikki tolir at verða samanborin við tær revsingar, sum vit áleggja teimum, ið fiska ólógliga undir [...] teir eru bestir, sigur hann. Annars vil hann ikki gera viðmerkingar til støddina á revsingini. Tí hon er sjálvandi eftir lógini. ? Men tað, vit kunnu finnast at, er, at lógin er so strong, sigur hann.
borðreiðir við. Fyri fáum døgum síðani viðgjørdi tingið eina cost benefit kanning, sum Finnbogi Arge hevði lagt fyri tingið til aðalorðaskifti. Í hesi kanning vóru raðfestingar gjørdar, har tøl vórðu sett [...] komandi 10-15 árini til íløgur. Hyggja vit at rakstrinum av samfelagnum, so kann gerast ótrúliga torført, bert inntøkurnar verða tað, tær eru mettar til í 1999, at fáa pláss fyri íløgum sjálvt við blokkinum