Meistararnir hjá monnum eru funnir

Flogbóltur, menn: Um kappingarskipanin varð fylgd, so kundi Fleyr útsett avgerðina í landskappingini eina viku, men so var ikki. ÍF a var heilt einfalt betra liðið og vann dystin 3-0

Fleyr ? ÍF a 0-3

(13-15, 11-15, 5-15)


Meistararnir í bestu flogbóltsdeildini hjá monnum eru funnir. Sum væntað, næstan síðan kappingin byrjaði, varð tað ÍF a, sum tryggjaði fyrsta meistaraheitið til Fuglafjarðar í tíggju ár. Og tað skal eisini leggjast afturat, at hesaferð var eingin skriviborðsavgerð, sum gav ÍF meistaraheitið. Teir hava klára alt sjálvir, og tað skal verða teimum væl unt, tí teir hava bert tapt ein einstakan dyst í ár.

Dysturin móti Fram í Havn fyri umleið einum mánað síðani gjørdist einasti dystur, sum ÍF a tapti í ár.

Eftir leikskránni átti at verið so, at fuglfirðingar høvdu ein dyst eftir, og tí átti, av røttum, eitt sindur av spenningi at verið um dystin móti Fleyr, men av tí at fuglfirðingar høvdu flutt seinasta dystin móti SÍ tvær vikur fram, var eingin spenningur. Næstsíðsti dysturin var leiktur fríggjakvøldið og tað var í veruleikanum tá, at ÍF a gjørdist meistari.

Men tað er ein onnur søga

Fuglfirðingar møttu tískil til dystin móti Fleyr í Gundadalshøllini, sum nýklaktir meistarar. Og tað sást eisini á brøgdum, at teir ikki ætlaðu at lata Fleyr nakað sum helst.

Hóast Fleyr var liðið, sum byrjaði dystin best, so vístu fuglfirðingar, at teir eru framúr knáir, tá teir eru aftanfyri. Móttøkuspælið hjá ÍF var einki at reypa av í byrjanini, men teir berjast altíð fyri at koma afturíaftur, og á ein hátt er tað at gera av við ÍF, sum at søkkja ein tundurpropp. Tað er so øgiliga torført, tí hann kemur altíð uppaftur. Soleiðis hava fuglfirðingar víst seg meginpartin av hesum kappingarárinum, og soleiðis vóru teir eisini leygardagin.

Fleyr slapp ikki ov langt frá áðrenn ÍF-ararnir aftur gjørdu ein vørr og komu upp aftur á javnt. Tá fyrsta sett nærkaðist endanum fingu teir nóg mikið av luft til Fleyr og tað eydnaðist at vinna settið 15-13.


Sama mynstur

Annað sett gekk á leið, sum tað fyrsta. Fleyr royndi hvat teir kundu, og í byrjanini sá út til at tað fór at eydnast teimum at sleppa frá fuglfirðingum. Men eins og í fyrsta settið, tóku fuglfirðingar seg saman og fingu Fleyr aftur.

Eftir at Fleyr hevði verið frammanfyri 10-8 fóru teir sendandi afturum 10-14. Orsøkin til hetta var ein kollektivur niðurtúrur, sum Fleyrliðið fekk. Slíkum duga fuglfirðingar væl at gera gagn av og áðrenn Fleyrleikararnir vistu av hevði ÍF vunnið settið 15-11.


Stórur munur í triðja setti

Aftanfyri 2-0 móti meistarunum valdi venjarin hjá Fleyr at gera nakrar broytingar, sum m. a. høvdu við sær, at leikandi venjarin, Klæmint Isaksen, sjálvur fór út á beinkin at sita. Pauli Hansen kom inn í hansara stað, men hóast Pauli royndi tað hann kann, so var uppgávan ov stór. Blokadan hjá ÍF hevði alt ov lætt við at leggja honum forðingar fyri, og hetta settið gekk sum eftir ánni fyri ÍF.

Ikki tí, Fleyr vann nógvar bóltar í triðja setti. Bæði tí teir sjálvir vístu skilagott spæl ? serliga Jóhannes Eidesgaard og Jan Hentze, men eisini tí, at ÍF gjørdi fleiri grundleggjandi feilir, tá dysturin fór at nærkast endanum.

Men Fleyr fekk bara einki burtur úr hesum bóltunum. Teir gjørdu einar seks-sjey servifeilir á rað, og lótu á tann hátt fuglfirðingum bóltin aftur, uttan at hava lagt teir undir trýst.

Til seinast eydnaðist ÍF a at serva seinasta bóltin heim og teir vunnu setti 15-5.


Rættvíst úrslit

Tað kann ikki sigast annað enn, at úrslitið av dystinum var rættvíst. Fleyrleikararnir vóru heilt einfalt ikki motiveraðir til at geva fuglfirðingum mótstøðu, og tað er kanska lætt at skilja um vit venda aftur til innleiðingin í hesi grein.

Fuglfirðingar vóru longu meistarar áðrenn teir komu, og tað vóru Fleyrleikararnir greiðir yvir.

Hinvegin vísti ÍF, at hóast teir vóru meistarar, so vildu teir vinna á Fleyr. Liðini hava í ár leikt fýra innanhýsis dystir og ÍF a hevur vunnið teir allar. Eingin vinnur fýra dystir móti næstbesta liðnum bara tí ein er heppin, og hóast fuglfirðingar hava havt neyðuga hepni í ár, so er heilt greitt, at teir samstundis hava havt nógv tað sterkasta liðið.

Vit hava fyrr nevnt evnini hjá fuglfirðingum og tað er eingin loyna, at nógvir teirra eru framúr góðir flogbóltsleikarar. Blandingin av »gomlum rottum« og ungum minni royndum leikarum, hevur verið ótrúliga góð. Hvørki Suni Hansen ella Pól Gudmundsson vóru við alt árið í fjør, men í ár, hava teir verið við til at stabilisera liðið á toppinum.

Annað er so, at ein leikari, sum Bartal Eliasen, sum eisini hevur víst framúr góð evni á fótbóltsvølli, hevur havt eitt sera gott ár í ár. Hann er ein brandur í álopinum og enn betri í verjuni. Hann hevur ótrúliga góð evni at lesa hvar bólturin kemur, og eisini at vera á tí staðnum, sumstundis sum bólturin! Hetta hevur givið mótstøðuleikarunum grá hár í høvdið og mangan av røttum.

Odd Eliasen hevur so bundið tað heila saman á ein skilagóðan hátt, og hóast lágur á vøkstri, so er hann ein stórur spælari. Berjist um hvønn bólt og ein snildur sum ein revur.

Afturat teimum, sum vit higartil hava nevnt hava eisini Jákup Helgi Egholm, Kenneth Neshamar og Bjarni Joensen verið við, og teir hava eisini staðið seg væl. Bjarni hevur ikki verið so nógv inni í ár, tí yngru menninir munnu hava fingið hann aftur, men hann hevur víst, at dugur er í honum enn. Rutinan kompenserar fyri skjótleikanum og tað er nóg mikið við hvørt.

Hinir báðir ungu menninir hava eins og allir hinir staðið seg væl og hava gjørt ÍF-liðið til eina heild, sum bara Fram hevur kunnað gjørt nakað við. Tí umframt landskappingardystin vunnu teir kappingina í Havn og í Klaksvík, meðan Fleyr situr eftir við ongum.

Sosialurin ynskir ÍF a hjartaliga tillukku við meistaraheitin