Clickhaze tóku øll á bóli

Væleydnaða Prix-Føroyar undankappingin í Miðvági leygarkvøldið fekk ein óvæntaðan, men so avgjørt uppibornan vinnari í eysturoyarbólkinum Clickhaze

Undan umfarinum í bygdarhúsinum í Miðvági leygarkvøldið, var tað torført at spáa um nakrar favorittar til at vinna umfarið. MC-Hár mundi helst verða ein av favorittunum saman við Bimbs og Crumb.

Aftrat hesum trimum bólkunum vóru seks aðrir, ið tóku lut í kappingini, men hesar seks kendi man lítið og einki til. Silent Eyes, Rusk og Clickhaze vóru fullkomiliga ókend nøvn, og tískil visti man ikki, hvat man kundi vænta sær av hesum bólkum.


Crumb legði støðið

Klokkan var ikki meira enn farin av átta, tá ið fyrsti bólkurin, Crumb, fór á pallin. Tað hoyrdist beinan vegin, at hetta vóru royndir tónleikarar, ið spældu, við Tróndi Bogasyni Hansen á odda saman við songkvinnuni Malan Eyðunsdóttir, ið áður hevur vunnið Prix Føroyar saman við bólkinum Mark No Limits. Aftrat sær høvdu tey bæði so Torkil Olsen á gittar og Petur Dalsgaard á trummum, sum báðir antin spæla ella hava spælt við MC Hár, og so Jógvan Joensen á bassinum. Serligani var tað ein fragd at hoyra góðu soloirnar hjá Torkili. Bólkurin spældi eisini ógvuliga fjølbroyttan tónleik, heilt frá rokkløgum til stillar balladir.

Hesir frálíku tónleikararnir løgdu støðið til hinar bólkarnar at fylgja upp á, og tað var bara stórt spell fyri Crumb, at tey skuldu spæla fyrst, tí tey høvdu alt ov fáar áskoðarar at spæla fyri.

Eftir at Crumb var farin av pallinum, komu vestmannabólkurin Silent Eyes á pallin. Hesir blaðungu vestmenningarnir sóu ikki sørt fjálturstungnir út, tá ið teir stóðu uppi á pallinum, og tað var ikki sørt, at hetta nervaði byrjanina av framførsluni hjá teimum. Men so líðandi spældu teir seg upp og fingu tað betur at hanga saman. Heavy tónleikurin hjá teimum dundraði út í hølið, men tað tóktist eitt sindur løgið, at sangarin í bólkinum, Bárður Joensen, í seinasta lagnum leyp av pallinum og niður á gólvið og stillaði seg at hoppa har púra einsamallur og uttan mikrofon. Hvat endamálið var við tí, er ilt at siga.


Heavy og Sankta Mortan

Tá ið ungu vestmenningarnir vóru lidnir at spæla, komu fýra blaðungir havnarmenn á pallin. Teir mannaðu bólkin Peachy Bounder, og miðalaldurin hjá teimum lá um gott sekstan ár. Hesin ókendi bólkur hevur nýligani verið í Danmark og spælt á einum risastórum ungdómstónleikafestivali í Aalborg, og um hetta verður meiri at frætta í Yngd í morgin.

Peachy Bounder spældi, eins og bólkurin undan teimum, harðan rokk, men hesir ungu dreingirnir høvdu funnið upp á tað forvitnisliga, at teir høvdu kryddrað sangirnar, um man vil kalla tað so, við at blanda eitt sindur av kvæði inn í rokksangirnar. Tað var rættuliga stuttligt at hoyra teir spæla harðan rokk, og so mitt í lagnum steðga á og kvøða eitt ørindi úr Sankta Mortan.

Hesar ungu dreingirnar fara vit óivað at hoyra meiri til seinni, tí teir tordu væl at standa á palli, og eisini høvdu teir sera gott samband við áhoyrarnar.


Clickhaze blásti øll um koll

Eftir at tveir ókendir bólkar við sera ungari manning høvdu roynt seg, stóð eysturoyarbólkurin Clickhaze fyri tørni. Tað vísti seg tó, at nakrir av limunum í bólkinum vóru ikki so ókendir sum bólkurin. Sangarar vóru tey bæði Eiðvør Pálsdóttir og Petur P. Jensen, og annar av gittarleikarunum var Bogi á Lakjuni, ið saman við Peturi eru við til at manna Visible Fish, ið longu hava spælt seg í finaluna um Prix Føroyar í ár.

Clickhaze spældu framúrskarandi væl, og tað var skjótt, at so høvdu teir fingið allar áhoyrararnar at flippa út til tónleikin, og tað var ein sonn frøði at sita og lurta til sangin hjá Peturi og Eiðvør, og so tær frálíku soloirnar hjá Jón Tyril og Boga á Lakjuni. At Petur hevði goymdar gávur sum rappari, kom eisini til sjóndar undir framførsluni, og tá ið hann sang duett saman við Eiðvør, var tað so vakurt, at hárini reistust eftir øllum nakkanum.

At Clickhaze einans hevur tveir mánaðir á baki, er ótrúligt, tí tað swingaða so væl, at man skuldi trúð, at bólkurin hevði spælt saman í fleiri ár.


Rúm fyri øllum

Eitt av eyðkennunum fyri Prix Føroyar er, at tað er rúm fyri øllum sløgum av tónleiki í kappingini. Tó er tað so, at meginparturin av teimum bólkum, sum taka lut í kappingini, spæla rokk/popp, meðan tað bert eru einstakir bólkar, ið bróta frá. Ein bólkur var, ið breyt fullkomiliga frá leygarkvøldið, og tað var vágabólkurin Holgar og Vinmenn

Vágabólkurin spældi tað, sum tey flestu helst vilja kalla fyri góðan, gamlan føroyskan dansitónleik, og hetta var heilt nakað annað, enn tað sum hinir bólkarnir høvdu spælt frammanundan. At bólkurin ikki var so væl samanspældur var skilligt, tí millum annað høvdu teir ikki fingið sær ein trummusláara fyrr enn ljóðroyndin var, tá ið teir fingu ein av tøkningunum at spæla trummur.

Tað tóktist eisini, sum um tónleikurin hjá hesum bólkinum kom fullkomiliga bak upp á áhoyrararnar, tí ein stórur partur av teimum yngru áhoyrarunum stóðu bara og gløddu. Tey hava óivað spurt seg sjálvan, um slíkur tónleikur kann verða við í Prix Føroyar.


Vágagospel og Bimbs

Holgar og Vinmenn var tann fyrsti av trimum vágabólkum í slag, sum royndu seg. Aftaná teir kom gospelbólkurin M. M. M., og hesin bólkurin var spennandi at hoyra, og serliga vóru tað tær báðar songkvinnurnar, Olga Joensen og Alice Simonsen, ið stóðu seg væl. Tónleikurin hjá teimum var áskoðaravinarligur, og haraftrat merktist tað eisini væl, at M. M. M. var á heimavølli, tí tey høvdu so sanniliga áhoyrararnar við sær, og hetta ger tað altíð munandi lættari at spæla.

Bólkurin Bimbs hevur fleiri ferðir áður verið við í Prix Føroyar, og teir hava eisini spælt seg í finaluna. Hesin bólkurin var væl samanspældur, og tað er einki dulsmál, at tað var sera gott lag á áhoyrarunum, tá ið Bimbs spældu. Bólkurin hevur eina roynda manning, og tað var eisini sjónligt, at teir eru vanir við at standa á palli. Uttan iva hevur bólkurin staðið ovarlaga á listanum hjá dómarunum, og teir høvdu staðið enn ovarlagari, um teir høvdu havt meiri intensitet í sínari framførlsu og tónleiki.


MC Hár er nakað fyri seg

Ein bólkur, sum altíð hevur eina sermerkta framførslu, er MC Hár. Onkuntíð hava teir staðið á palli í berum yvirbelti, men hesaferð høvdu teir so valt at trína inn á pallin í svartum klædningi, slipsi og hvítari skjúrtu.

Sum vant vóru tað Niels Uni Dam og Allan Mortensen, ið stóðu fyri rappinum, meðan menn sum Tróndur Bogason Hansen á keyboard, Niels Arge Galan á gittar og Heri Reynheim á bass stóðu fyri solounum.

Framførslan hjá MC Hár var dynamisk, og tað hoyrdist væl, at tað vóru bæði royndir og serstakliga dugnaligir tónleikarar, ið mannaðu bólkin.

Tá ið MC Hár vóru lidnir at spæla, kom enn ein vágabólkur á pallin. Hesin bólkurin nevndist RUSK, og teir spældu góðan rokktónleik, og høvdu teir havt ein betur sangara, so høvdu teir helst staðið seg betur. Gittarsoloirnar hjá bólkinum vóru góðar, men bólkurin tóktist ikki so væl samanspældur.


Røttu vinnararnir

RUSK var seinasti bólkurin á pallinum, og tá ið teir vóru lidnir at spæla, gekk umleið ein hálvur tími, áðrenn dómararnir høvdu tikið samanum og funnið fram til, hvørjir bólkar skuldu sleppa víðari til finaluna.

Fyrst bleiv avdúkað, at MC Hár gjørdist nummar tvey, og var hetta til stóra frøði fyri áhoyrararnar. Bólkurin fór á pallin og gav eitt eykalag, áðrenn vinnnandi bólkurin skuldi skírast. Frásøgumaðurin, Leif Láadal, kom so aftur upp á pallin, og spenningurin bleiv útloystur, tá ið hann avdúkaði fyri fjøldini, at eysturoyarbólkurin Clickhaze hevði vunnið umfarið og saman við MC Hár eitt pláss í finaluni.