Norðmenn eru teir ringastu fíggindarnir hjá føroyingum

Formaðurin í Føroya Reiðarafelag heldur, at tað er alneyðugt við toppfundi ímillum Føroya Løgmann og norska forsætismálaráðharran um viðurskiftini ímillum bæði londini á fiskivinnuøkinum

? Norðmenn eru okkara ringastu fíggindar á fiskivinnuøkinum.

? Og nú eiga vit at umhugsa, um vit skulu svara teimum aftur ella ikki.

? T.d. haldi eg, at føroyskir myndugleikar eiga at umhugsa, um vit yvirhøvur skulu lata tað koma uppá tal at byggja tað nýggja vaktarskipið í Noregi.

Jákup Sólstein, formaður í Føroya Reiðarafelag, er rættiliga misnøgdir við atburðin hjá norðmonnum á fiskivinnuøkinum.

Ikki minst er hann misnøgdir við atburðin hjá norðmonnum ímóti føroyingum á fiskivinnuøkinum.

Herfyri tóku norðmenn flakatrolaran, Vesturvón, úr Sørvági fyri ólógligan fiskiskap, og góvu honum 160.000 krónur í bót fyri at hava fiskað 959,6 kilo ov nógv av hýsu.

Í tí sambandinum hava vit spurt formannin í Føroya Reiðarafelag, Jákup Sólstein, hvat hann heldur um, at norðmenn fara so harðliga fram ímóti føroyskum skipum.

Tí revsingin, sum Vesturvón fekk, er so hørð, at hon slett ikki tolir at verða samanborin við tær revsingar, sum vit áleggja teimum, ið fiska ólógliga undir Føroyum.


Hetta er norðmenn tá ið teir eru bestir

Og formaðurin í reiðarafelagnum dylir ikki fyri, at hann er sera misnøgdir við atburðin hjá norðmonnum.

Hann dylir heldur ikki fyri, at hann hevur ikki serliga stóran virðing fyri norðmonnum á hesum øki.

? Hetta eru norðmenn tá ið teir eru bestir, sigur hann.

Annars vil hann ikki gera viðmerkingar til støddina á revsingini.

Tí hon er sjálvandi eftir lógini.

? Men tað, vit kunnu finnast at, er, at lógin er so strong, sigur hann.

Sjálvur heldur hann, at norðmenn hava ein merkiligan hugburð til fiskivinnusamstarv við onnur lond.

? Teir bera seg at sum moralskir vaktarmenn um allan heimin.

? Teir føra seg fram sum heimsins politistar á fiskivinnuøkinum. Men samstundis loyva teir sínum egnu at bera seg at, akkurát sum teimum lystir.

Jákup Sólstein nevnir dømi um, tá ið svartkjaftakvotan skuldi býtast.

? Tilráðingin er, at vit skulu ikki fiska meiri enn 650.000 av svartkjafti í ár

? Av tí hava norðmenn tikið sær rætt til at fiska 490.000 tons einsamallir.

? Tá sigur tað seg sjálvt, at skal tilráðingin um mest loyvda fiskiskap haldast, verður ikki nógv eftir til øll hini londini.

Jákup Sóstein sigur, at fyrst hava norðmenn býtt sær til 240.000 tons frá ES. ? Men harumframt hava teir av sínum eintingum tikið sær rætt til at fiska 250.000 tons av svartkjafti afturat.

Jákup Sólstein sigur, at hetta er maktmisbrúk av fúlasta slag.

Spurningurin er bara, hví teir hava fingið so stóra makt?

? Ja, tað er ringt at siga. Men teir eru ein stór fiskivinnutjóð. Teir eru eitt stórt strandaland, og teir hava ein stóran, effektivan flota, sigur Jákup Sólstein


Eiga at umhugsa tiltøk ímóti norðmonnum

Jákup Sólstein heldur, at lógarbrotið hjá Vesturvón var so lítið, at tað stendur yvirhøvur ikki mát við revsingina, sum er heilt burturvið.

? Vesturvón átti at sloppið við eini ávaring, ella við allarminstu revsing uppá einar 10.000 krónur í bót fyri at hava verið eitt lítið sindur við síðuna av lógarinnar bókstavi.

? Meiri áttu norsku myndugleikarnir ikki at gjørt við málið, tí hatta er so mikroskopist, at tað er ikki vert at taka uppá tunguna.

? Tí hóast Vesturvón hevði fiskað 959,5 kilo ov nógv av hýsu, skerst ikki burtur, at hann hevði eina hýsukvotu uppá 177 tons eftir.

? Men tað, sum Vesturvón varð feld uppá, var, at tað má ikki verða meiri enn 49,9% av hýsu í hvørjum háli, so skal hon flyta seg fimm fjórðingar.

Skiparin segði fyri Sosialinum, at teir høvdu ikki flutt seg, tí tað var illveður, og at teir aldrin høvdu roknað við, at myndugleikarnir vóru so smáligir.

Eiga vit at vera líka strangir ímóti norðmonnum, sum teir eru ímóti okkum?

? Tað ivist eg í, tí so seta vit okkum niður á sama, lága støðið, sum teir eru á, og eg veit ikki um tað er rætt.

? Men tó haldi eg, at vit eiga at senda norðmonnum eina ábreiðslu og eina áheitan um ikki at vera so strangir.

? Vit fáa ikki givið norðmonnum boð um, hvørja rættarskipan teir skulu hava.

? Men her mugu vit so eisini staðfesta, at tað er so grefligur munur á uppfatanini í Føroyum og Noregi av, hvussu hesi lógarbrotini skulu revsast, at vit eiga at umhugsa at seta serligar reglur í verk fyri norðmenn.

? Vit eiga at umhugsa at geva teimum greið boð um, at blíva teir við at vera so stívrendir, fara vit at leggja eina linju mótvegis teimum, sum líkist linjuni, ið teir leggja ímóti okkum.

? Vit eiga eisini at umhugsa, um vit yvirhøvur skulu lata tað koma uppá tal at byggja tað nýggja, føroyska verjuskipið í Noregi.

? Vit eiga at umhugsa, um vit ikki skulu lata teir vita, at vit finna okkum ikki í hesi viðferðini longur, uttan at svara aftur, sigur formaðurin í reiðarafelgnum


Norðmenn er okkara ringastu fíggindar

Skiparin á Vesturvón hevði hug at útleggja hetta sum at norðmenn forfylgdu føroyingum.

Hesum er formaðurin í reiðarafelagnum als ikki ósamdur í.

? Vit hoyra so mangan frá teimum, sum fiska í norskum sjógvi, at norðmenn eru óvanliga strangir ímóti føroyingum, og at teir eru so nógv strangari ímóti føroyingum, enn teir eru ímóti øðrum tjóðum, sum eisini fiska í Noregi.

? Føroysk skip verða kannað í tíð og úrtíð. Fiskiveiðieftirlitið er øgiliga ofta umborð á føroyskum og leitar og kannar, og beinanvegin teir finna okkurt at seta fingurin á, fellur hamarin beinanvegin, hvussu smátt tað so er.

Men formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at tað er ikki bara í sjálvum eftirlitinum, at teir eru úti eftir føroyingum.

? Tað sæst eisini týðiliga, hvørja ferð fiskiveiðiavtalur skulu gerast.

? Teir brúk alla sína orku til at seta føroyingar í eina so trupla støðu, sum gjørligt.

Hann vísti m.a. til svartkjaftin í áðni, har ið norðmenn tvíhalda um, at teir skulu hava 490.000 tons av einum mest loyvdum fiskiskapi uppá 650.000 tons.

? Sostatt eru bara 160.000 tons eftir at býta ímillum øll hini londini.

? Hetta er fullkomiliga ábyrgdarleysur politikkur av norðmonnum.

Men formaðurin í reiðarafelagnum hugsar eisini um sildina og makrelin.

? Vit fáa bara 60.000 tons av sild, og tað haldi eg er ov lítið.

? Og tað er synd at siga, at norðmenn styðja okkara sjónarmið. Teir ganga tvørturímóti beint ímóti okkara áhugamálum.

? Tað sama ger seg galdandi, nú makrelurin skal býtast.

? Eisini í hesum føri vísa norðmenn seg at vera okkara ringasti fíggindi.

? Í øllum hesum trinum málinum eru norðmenn okkara ringastu fíggindar, sigur formaðurin í reiðarafelagnum.


Toppfundur ímillum Kallsberg og Bondevik

Jákup Sólstein heldur, at tað er avgerandi neyðugt við samrøðum ímillum føroyingar og norskar myndugleikar um fiskivinnusamstarvið ímillum bæði londini.

? Slíkar samrøður hava ongantíð verið millum londini bæði.

? Og tað kundi verið, at slíkar samrøður kundu rudda onkrar forðingar fyri einum betri samstarvi av vegnum, hvørjar hesar forðingar so eru.

? Men tað er neyðugt, at hesar samráðingar eru á allarhægsta stigi.

Formaðurin í reiðarafelagnum sigur, at hann mælir bart út til, at okkara løgmaður, Anfinn Kallsberg, tekur upp samband við norska forsætismálaráðharran, Kjell Magne Bondevik við áheitan um ein fund at tosa um tær stóru linjurnar í fiskivinnusamstarvinum millum bæði londini.

? Minni kann ikki gera tað, tí vit eiga ikki at vera nøgd við støðuna, sum hon er, heldur Jákup Sólstein.