Síðani hálvan desember hevur svimjihøllin í Klaksvík verið stongd. Orsøkin til hetta er, at arbeitt hevur verið síðani tá at umbyggja svimjihøllini. Hon er vorðin gomul og ótíðarhóskandi, og tí er kommunan farin undir eina verkætlan at nýmótansgera hana.
Nýggj gólv
Tá svimjihøllin varð stongd um miðjan desember, var galið við hitaskipanini í gólvinum. Tískil vórðu gólvini brotin upp, og nýggj hitaskipan løgd í. Hetta hevði við sær, at nýggj og betri gólv komu í umklæðingarrúmini.
Nýggju gólvini eru gjørd soleiðis, at hallið gongur frá veggjunum út móti miðjum gólvinum, har vatnið rennur burtur gjøgnum eina langa rist, ið er løgd eftir allari miðjuni.
Skáp til klæðini
Eingi skáp hava verið til klæðini í svimjihøllini í Klaksvík. Men nú eru umklæðingarrúmini gjørd heilt av nýggjum, og hava hesi nýggj skáp, har ein kann læsa klæðini inni. Eisini eru beinkirnir framvið skápsrøðunum nýggir.
Venjingarmiðstøð
Kári Kjelnes, leiðari í Svimjihøllini í Klaksvík sigur, at ætlanin er, at svimjihøllin einferð um ikki so langa tíð kann gerast ein venjingarmiðstøð. Hugsað verður nevniliga um at seta vektir og annan reiðskap til kropsvenjing upp í høllini. Hetta verður tó ikki gjørt á hesum sinni, men roknast kann við, at klaksvíkingar sleppa at styrkja vøddarnar í svimjihøllini í Klaksvík um ikki so heilt langa tíð.
Hóat reiðskapur til styrkivenjing ikki er komin í svimjihøllina enn, so eri sólir komnar. Talan er um sólirnar, ið fyrr vóru í svimjihøllini í Gundadali. Hesvældar, so tær eru sum nýggjar, nú svimjihøllin í Klaksvík fer at lata upp aftur.
Øll høllin byggjast um
Svimjihøllin letur upp aftur í komandi viku. Men hetta er helst ikki seinastu ferð høllin er stongd vegna um vælingar, tí Klaksvíkar Kommuna hevur nevniliga ætlanir um, spakuliga at byggja alla høllina um.