Fullveldi = ongar íløgur Ongar íløgur = bygdaoyðing

Aftur ein svartskygdur sambandsmaður, spyr onkur. Nei, ein vanligur bygdarmaður, sum ikki letur seg taka av fótum, bara tað lotar av loysingarkjafti, men sum tekur støðu út frá tí, hann kennir og inniliga heitir á bygdafólkini í løgtinginum um ikki rátt at gloypa øllum, sum Høgni Hoydal borðreiðir við.

Fyri fáum døgum síðani viðgjørdi tingið eina cost benefit kanning, sum Finnbogi Arge hevði lagt fyri tingið til aðalorðaskifti. Í hesi kanning vóru raðfestingar gjørdar, har tøl vórðu sett á tær størstu íløgurnar, sum vinnumálastýrið mælir landsstýrismanninum til at gera komandi 10?15 árini. Upphæddin var ein lítil milliard, og størsti parturin av orðaskiftinum snúði seg um, hví ikki nakrir tunnlar og nakrir vegir vóru við í ætlanini afturat. Og sum rosinuna í pylsuendanum hoyrdu vit tingmenn í »Fimmaranum« sama dag við gráturødd geva øllum lurtarunum, sum ringdu inn, rætt, sum vildu hava teirra íløgu gjørda í dag heldur enn í morgin.

Undirritaði hevur altíð havt virðing fyri erligum loysingarmonnum, teimum, sum siga at finna vit ikki heilt aðrar inntøkumøguleikar, so verður livifóturin munandi hækkaður og neyvan verður pláss til nevniverdar íløgur eftir eina loysing. Men undirritaði hevur ongantíð havt virðing fyri teimum, sum siga, at vit skulu loysa fyrst, og so finna vit útav øllum aftaná. Ella sum fíggjarmálaráðharrin segði, tá hann var spurdur, hvussu hann vildi fíggja ætlanina hjá F.A. umframt loysingina, at hetta var ikki spurningur um pengar, men hetta var spurningur um trúgv. Veit væl, at tað stendur í halgubók, at trúgv kann flyta fjøll, men tað stendur einki um at trúgv kann bora undirsjóvartunnlar.

Hvat íløgum viðvíkur er ætlanin hjá F.A. bert toppurin av ísfjallinum. Tað sita sjey aðrir landsstýrismenn við sínum aðalstýrum úti í Tinganesi og spjaddir runt í Havnini. Hesir hava væl allir ein íløgutørv, sum enn ikki hevur sætt dagsins ljós. Er íløgutørvurin hjá F.A. ein milliard, hvat verður hann so íalt hjá hinum sjey, tá teir hava gjørt sítt cost benefit? Mítt boð er, at íløgutørvurin verður í minsta lagi 2,5 mia. kr. komandi 10-15 árini, og tá skal landskassin ikki taka lut í endurnýggjanini av vinnulívinum, hvørki á sjógvi ella á landi.

Øll vita, at óvanliga stórur vøkstur hevur verið í búskapinum seinastu fýra árini. Hóast hetta, so eru eingi tekin í sól og mána um, at pláss verður fyri stórum íløgum komandi árini. Niðan fyri sæst, hvussu uppskotini til løgtingsfíggjarlóg hava sæð út seinastu fýra árini. Og eisini sæst, hvør hevur verið landsstýrismaður í fíggjarmálum. Sí talvu.

Talvan vísir, at samferðsla hevur fingið ávikavist 40%, 42%, 34% og 43% av samlaðu íløgunum seinastu fýra árini. Hetta svarar í miðal til 40%. Um hesi fýra árini eru »typisk«, og hví skuldu tey ikki tað, so eiga hinir landsstýrismenninir 60% av samlaðu íløgunum, og tá F.A. tørvar 1 mia. kr., so tørva hinum væl 1,5 mia. kr. ella tilsamans 2.5 mia. kr. komandi 10-15 árini til íløgur.

Hyggja vit at rakstrinum av samfelagnum, so kann gerast ótrúliga torført, bert inntøkurnar verða tað, tær eru mettar til í 1999, at fáa pláss fyri íløgum sjálvt við blokkinum. Raksturin hjá Karsten Hansen er fyri 1999 mettur at verða 2.639.130 mió. kr. umframt einar 200 mió. kr. til avdráttir, sum ikki eru við í talvuni. Umframt hetta hevur K.H. brotið góðu mannagongdina um, at fíggjarlógin er ein karmur, sum skal haldast. Ein møgulig hækking av pensiónunum, lestrarstuðlinum og lønarhækkingum annars, eru ikki innroknaðar.

Bjarni Djurholm, fíggjarnevndarformaður, spyr fíggjarmálaráðharran, hvat hann ætlar at gera, fyri at fíggjarlógin fyri komandi ár skal avspegla leiðina fram ímóti fullveldinum. Eg haldi meg hava eitt gott boð, hvat rakstrarútreiðslunum viðvíkur. Tær verða onga krónu undir 3 mia. kr. Spyr B.D. so, hvat inntøkurnar fara at verða, so er eingin grund at halda, at tær fara at verða hægri enn í dag, nevniliga 2 mia. kr. Við ríkisstuðlinum, sum er ein knøpp milliard, gongur roknistykkið upp við ongum íløgum. Uttan ríkisstuðul vantar ein heil milliard í uttan at nøkur íløga er gjørd. Tí er eingin ivi í míni sál um, at fullveldið er tað sama sum bygdaoyðing.

????????????????????????????????????????????????????????????????????

Jóannes Eidesgaard:

????????????????????????????????????????????????????????????????????

ár 1996:rakstrarætlaníløguætlanyvirskot

????????????????????????????????????????????????????????????????????

útreiðslurinntøkur

????????????????????????????????????????????????????????????????????

rakstur2.179.996

rentur 444.500

skattir og avgjøld 1.662.400

ríkisstuðul860.300

????????????????????????????????????????????????????????????????????

2.624.4962.522.70050.925÷152.721

????????????????????????????????????????????????????????????????????

Av íløgum upp á 50.925 mió. kr. fekk samferðsla og sammskifti 20.500 mió. kr. hetta árið. Hetta svarar til 40% av samlaðu íløgunum.

????????????????????????????????????????????????????????????????????

????????????????????????????????????????????????????????????????????

Anfinn Kallsberg:

????????????????????????????????????????????????????????????????????

ár 1997:rakstrarætlaníløguætlanyvirskot

????????????????????????????????????????????????????????????????????

útreiðslurinntøkur

????????????????????????????????????????????????????????????????????

rakstur2.176.741

rentur 403.700

skattir og avgjøld1.809.350

ríkisstuðul 886.100

????????????????????????????????????????????????????????????????????

2.580.442.695.45077.60037.409

????????????????????????????????????????????????????????????????????

Av íløgum upp á 77.600 mió. kr. fekk samferðsla og samskifti 32.450 mió. kr. hetta árið. Hetta svarar til 42% av samlaðu íløgunum.

????????????????????????????????????????????????????????????????????

????????????????????????????????????????????????????????????????????

Anfinn Kallsberg:

????????????????????????????????????????????????????????????????????

ár 1998:rakstrarætlaníløguætlanyvirskot

????????????????????????????????????????????????????????????????????

útreiðslurinntøkur

????????????????????????????????????????????????????????????????????

rakstur2.365.722

rentur 367.500

skattir og avgjøld1.941.040

ríkisstuðul 922.600

????????????????????????????????????????????????????????????????????

2.733.2222.863.640112.300 18.118

????????????????????????????????????????????????????????????????????

Av íløgum upp á 112.300 mió. kr. fekk samferðsla og samskifti 38.500 mió. kr. hetta árið. Hetta svarar til 34% av samlaðu íløgunum.

????????????????????????????????????????????????????????????????????

Karsten Hansen:

????????????????????????????????????????????????????????????????????

ár 1999:rakstrarætlaníløguætlanyvirskot

????????????????????????????????????????????????????????????????????

útreiðslurinntøkur

????????????????????????????????????????????????????????????????????

rakstur2.456.929

rentur 172.201

skattir og avgjøld2.073.230

ríkisstuðul 944.300

????????????????????????????????????????????????????????????????????

2.629.1303.017.530138.750249.650

????????????????????????????????????????????????????????????????????

Av íløgum upp á 138.750 mió. kr. fekk samferðsla og samskifti 59.750 mió. kr. hetta árið. Hetta svarar til 43% av samlaðu íløgunum.

????????????????????????????????????????????????????????????????????

Sune Jacobsen