Bert ein dystur er spældur í FTZ-deildini hjá monnum í gjárkvøldið. Liðini, sum hittust í høllini í Kollafirði vóru KÍF og StÍF. Undan dystinum var nummar fýra við 16 stigum, meðan StÍF var nummar seks [...] iðslu, ið segði 17-13. Í seinna hálvleiki helt KÍF fram í sama stevi og legði seg skjótt á odda 19-13. Eftir hetta tyktist dysturin avgjørdur, men eitt sindur av spenningi kom í dystin fimm minuttir undan [...] undan dystarlok, tá ið StÍF fekk minkað munin niður í trý mál, so støðan var 27-24. At enda var tó ongin slingur í valsinum hjá KÍF, sum vann tryggan sigur áljóðandi 30-25. Meginpartin av hesum kappingarárinum
fall meðalprísurin fyri eini sethús í 2. ársfjórðingi í mun til 1. ársfjórðing í 2016 frá 995.690 til 765.758 krónur. Men hóast fallið, so er meðalprísurin higartil í 2016, 873.307 krónur, tann hægsti síðan [...] tíggju árum síðan, hava húsaprísirnir í høvuðsstaðnum verið eins høgir sum teir eru í løtuni. Tað vísa tøl hjá Eik banka yvir húsaprísir seinastu 21 árini. Um ein keypari í høvuðsstaðnum, tað vil siga Tórshavn [...] at ogna sær eini sethús, so kostar tað viðkomandi í meðal 2.503.704 krónur. Tað er ein vøkstur á umleið 300.000 krónur í meðal frá fyrsta ársfjórðingi í 2016, og hevur meðalprísurin fyri ein ársfjórðing
meðan tey koyra bil. Fríggjamorgunin var tað borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sum gjørdi tað, í samband við at borgari nummar 5.000 í Klaksvíkar kommunu skuldi avdúkast. Upptøkan var beinleiðis [...] at tað eru í høvuðsheitum tvær lógir, sum umhandla, hvat ein kann loyva sær at gera, meðan ein koyrir bil. Tann fyrra er, at tað er fullkomið forboð móti at nýta eina handhildna fartelefon í bilinum. Hvørki [...] bilin. Sjálvandi verður góðtikið, at ein hevur eina samrøðu við onnur í bilinum ella at ein skiftir útvarpskanal, men tað er als ikki í lagi, at ein tendrar ein film og hyggur at honum, meðan ein koyrir til
at Føroyar verða skipaðar í sjey til níggju kommunur. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, er sannførdur um, at smærri kommunurnar eru av álvara farnar at síggja fyrimunin í at leggja saman við eini [...] Tað skulu vera nógv færri kommunur í Føroyum. Tað eru borgarstjórarnir, sum vóru á veljarafundinum, SMS í Havn skipaði fyri í kvøld, yvirhøvur samdir um. Tilsamans sótu fimm borgarstjórar við pallborðið [...] Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sundalagnum, er samdur og hann heldur, at samanleggingin í Sundalagnum hevur verið ógvuliga gagnlig. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, heldur eisini, at samanleggingin
Føroya Bjór er í altjóða serflokki. Tað er staðfest á einari stórari og viðurkendari øl-kapping. – The World Best Beer Award kjósar hvørt ár bestu ølirnar í heiminum. Kappingin er høgt í metum í vinnugreinini [...] luttók í ár við Veðri, Gull og Sluppøl, og úrslitið gjørdist, at Føroya Bjór vann gullheiðursmerki fyri allar tríggjar ølirnar. – Vit eru sera fegin og errin um úrslitini. Vit hava ikki luttikið í hesi ávísu [...] fegin um, at úrslitið gjørdist so gott, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór. Á bryggjarínum í Klaksvík gera tey nógv burtur úr góðskuni, og ølið verður dagliga smakkað av bryggjarum á Føroya Bjór og
hjá í Klaksvík meðan festivalurin var, og var ógvuliga illa fyri, áðrenn hann fall í óvit. Emil Bjarnaskor hevur fingið lungnabruna og hevur tískil havt trupult við at anda. Tí hevur hann ligið í respirator [...] Emil Bjarnaskor liggur framvegis uttan vit, og er nú lagdur í respirator. 19 ára gamli maðurin av Viðareiði hevur ligið í óviti síðani sunnumorgunin, tá hann kom aftur frá Summarfestivalinum. Familjan [...] respirator í nátt, men ætlandi skal hann takast úr hesum einaferð í dag. Sambært familjuni hjá Emil Bjarnaskor, sum Portalurin hevur tosað við, hevur Emil helst tikið rúsevnir av onkrum slag. Ógreitt er, um
hevur fingið stórt pluss í karakterbókina frá suðuroyingum. Tað er greitt eftir eina fundarrøð, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum hevði í Suðuroy í gjár um læknaligu støðuna í oynni. Og sigast má, at [...] Tað sær út til, at tað skuldi ein patriotur í Klaksvík til at loysa trupulleikan í Suðuroy, sigur Marjun Olsen, sum var ein av teimum, sum fyrireikaði kravgongu í sambandi við vitjanina hjá landsstýrismanninum [...] norður aftur, var tað í besta forstáilsi við kommunulæknarnar, serlæknarnar og leiðsluna á Suðuroyar sjúkrahúsi og eini avtalu í skjáttini um, hvussu trupulleikin skal loysast. Í hesum sambandi heldur
hava ikki longur fult stigatal. Í gjár var oddaliðið í Gundadali, har væl mannað HB lið vann 1-0. Høgni Midjord skoraði sigursmálið longu í 8. Minutti. 07 Vestur var í Klaksvík, og tað sá leingi út til, at [...] , har heimaliðið javnaði til 1-1 í síðsta minutti. Sandoyingar tykjast vera komnir fyri seg. Hóskvøldið endaði tað 1-1 í Gundadali ímóti HB, og í gjár vunnu teir 2-1 í Leirvík ímóti Víkingi. Illa sperda [...] at vinna úrtøku við Margáir, har Arnar Dam skoraði bæði málini hjá heimaliðnum í 2-1 sigrinum. Sigursmálið varð skorað í síðsta minutti, tá ið EB/Streymur orsaka av útvísing var undirmannað. Úrslitini
dystirnar í 2. deildunum. Í meistaradeildini hjá kvinnum eru liðini koyrd í tveir bólkar, har Fleyr, Dráttur og ÍF eru í øðrum og SÍ, Ternan og KÍF í hinum. Tey tey fremstu liðini í hvørjum bólki koma í hálvfinalur [...] eru í øðrum, og Mjølnir B, KÍ, ÍF og KÍF eru í hinum. Tvey tey fremstu í hvørjum bólki koma í hálvfinalur og vinnararnir spæla finalu. Í 2. deild hjá monnum eru Mjølnir B, SÍ A, Mjølnir A og SÍ B í einum [...] Um vikuskiftið er árliga Mjølnir-kappingin í Klaksvík. Kappingin, ið ber heitið BankNordik-kappingin, verður fyri tað mesta spæld í Badmintonhøllini, ið vanliga hýsir flogbóltinum, men nú so nógvir dystir
Klokkan 17 í dag verður stórt barna-og familjutiltak í Løkshøll. Tá fara børn, mammur og pápar, ommur og abbar í Løkshøll at hyggja og hoyra, hvat har fer at ganga fyri seg, og tað verður ikki smávegis [...] eldri við sínum dansirørslum. Á barna-og familjutiltakinum í Løkshøll í dag verður eisini høvi at uppliva kenda gyklaran, Ásbjørn Berthelsen, sum í 15 ár hevur undirhildið børnum og vaksnum kring alt landið [...] plagar í hvussu so er at vera sera stuttligt, verður sagt úr Runavík, nú hetta áhugaverda og forvitnisliga tiltak stundar til. Lagt verður aftrat, at atgongumerki á 85 krónur fáast í Kiosk Vár í Saltangará