Emil Bjarnaskor liggur framvegis uttan vit, og er nú lagdur í respirator. 19 ára gamli maðurin av Viðareiði hevur ligið í óviti síðani sunnumorgunin, tá hann kom aftur frá Summarfestivalinum.
Familjan hevur als ikki havt samband við Emil Bjarnaskor, síðani hann varð innlagdur á Landssjúkrahúsið. Sunnumorgunin kom hann heim til skyldfólkini, hann búði hjá í Klaksvík meðan festivalurin var, og var ógvuliga illa fyri, áðrenn hann fall í óvit.
Emil Bjarnaskor hevur fingið lungnabruna og hevur tískil havt trupult við at anda. Tí hevur hann ligið í respirator í nátt, men ætlandi skal hann takast úr hesum einaferð í dag.
Sambært familjuni hjá Emil Bjarnaskor, sum Portalurin hevur tosað við, hevur Emil helst tikið rúsevnir av onkrum slag. Ógreitt er, um hann sjálvur hevur tikið rúsevnini ella onkur hevur lumpað tað í hann.
- Vit vita heldur ikki, hvat slag av rúsevni talan er um, og áðrenn vit vita tað, fáa læknarnir einki gjørt, sigur mostir Emil, Mariann B. Petersen.
Hon heitir tí inniliga á fólk, sum hava sæð ella vita okkurt, um at seta seg í samband við seg.
- Hetta er nakað so ræðuligt. Vit hava als ikki havt samband við hann, síðani sunnumorgunin. Einaferð í dag opnaði hann eyguni, men tey fóru aftur beinanvegin, fortaldi Mariann B. Petersen fyri Portalinum í gjár.
Í dag veit hon at siga, at tey framvegis ikki hava havt samband við Emil Bjarnaskor.
- Vit hava heldur ikki frætt frá nøkrum, sum veit, hvat hann hevur tikið. Nógv hava ring tog smsa um, hvat er á marknaðinum av rúsevnum og hvat tað møguliga kann vera, men vit vita framvegis ikki, hvat Emil hevur tikið, sigur Mariann B. Petersen.
Hon greiðir frá, at Emil hevur verið í skannaranum, men at hesar kanningar ikki vístu nakað, og at tey nú bíða eftir svari frá rygmarvsprøvunum, ella mønuroyndunum, sum tað eitur.
Mariann B. Petersen hevur nummar 27 41 68