Aksel V. Johannesen hevur fingið stórt pluss í karakterbókina frá suðuroyingum.
Tað er greitt eftir eina fundarrøð, sum landsstýrismaðurin í heilsumálum hevði í Suðuroy í gjár um læknaligu støðuna í oynni.
Og sigast má, at væl eydaðist væl, tí tá ið landsstýrismaðurin fór norður aftur, var tað í besta forstáilsi við kommunulæknarnar, serlæknarnar og leiðsluna á Suðuroyar sjúkrahúsi og eini avtalu í skjáttini um, hvussu trupulleikin skal loysast.
Í hesum sambandi heldur hon, at tað var ein stórur fyrimunur, at landsstýrismaðurin er sjálvur úr einum útjaðaraøki.
- Tað sær út til, at tað skuldi ein patriotur í Klaksvík til at loysa trupulleikan í Suðuroy, sigur Marjun Olsen, sum var ein av teimum, sum fyrireikaði kravgongu í sambandi við vitjanina hjá landsstýrismanninum.
Hon hevur varhugan av, at av tí, at landsstýrismaðurin sjálvur kemur úr einum lokaløki, sum eisini merkir trupulleikar, hevur hann størri forstáilisi fyri trupulleikanum.
Og hon heldur eisini, at tað sást aftur í øllum mátanum, sum landsstýrismaðurin takklaði støðuna upp á.
- Vitjanin hjá Aksel V. Johannesen í Suðuroy var óvanlig í allar mátar, sigur Marjun Olsen.
Hon sigur, at tá ið embætisfólk og politikarar koma til Suðuroyar, er tað vanliga, at alt verður hurlað ígjøgnum, tí tað, sum alt snýr seg um, er fyri alt í verðini at lukkast norður aftur við Smyrli seinnapartin.
- Men so var ikki hesuferð, tí landsstýrismaðurin og embætisfólkini tóku sær ta tíð, sum kravdust til finan eina loysn og tað merkti, at fundur var eisini í alt gjárkvøldið fyri at finna eina loysn og tískil fór landsstýrismaðurin heldur ikki norður aftur fyrrenn í morgun.
Hon leggur afturat, at hon er sera væl nøgd við úrslitið, tí landsstýrismaðurin og læknar og leiðsla á Suðuroyar Sjúkrahúsi, samdust um eina avtalu, sum framtíðartryggjar heilsuverkið í Suðuroy.
- Tað var tað vit vildu hava og tað fingu vit, so tær fær ikki verið betri, heldur hon.
Les eisini greinina: Lættir trýstið á læknar í
Suðuroy og greinina: Undir stórum trýsti