Ikki síðan fíggjarkreppan skolaði yvir føroyska samfelagið fyri nærum tíggju árum síðan, hava húsaprísirnir í høvuðsstaðnum verið eins høgir sum teir eru í løtuni. Tað vísa tøl hjá Eik banka yvir húsaprísir seinastu 21 árini.
Um ein keypari í høvuðsstaðnum, tað vil siga Tórshavn, Argir og Hoyvík, ynskir at ogna sær eini sethús, so kostar tað viðkomandi í meðal 2.503.704 krónur. Tað er ein vøkstur á umleið 300.000 krónur í meðal frá fyrsta ársfjórðingi í 2016, og hevur meðalprísurin fyri ein ársfjórðing ikki verið so høgur síðan 3. ársfjórðing í 2007, tá hann var 2.525.227 krónur.
Sostatt er meðal húsaprísurin í høvuðsstaðnum einans umleið 22.000 krónur frá at seta nýtt met.
Um hugt verður eftir meðalprísinum fyri alt árið, so er higartil meðalprísurin fyri eini sethús í høvuðsstaðnum voksin við umleið 225.000 krónur síðan 2015 og nærum 300.000 krónur síðan 2014.
Størri bygdir og býir
Meðan prísirnir í høvuðsstaðnum og teimum smærri bygdunum tykist at halda fram at vaksa, so er støðan meira ógreið aðrastaðni í landinum.
Í Klaksvík, Runavík, Glyvrum, Fuglafirði, Gøtu, Kollafirði, Vági, Tvøroyri, Froðba, Trongisvági, Miðvági og Vestmanna, sum á listanum hjá Eik verður bólkað sum Størri bygdir og býir, er meðalprísurin fyri eini sethús 2. ársfjórðing 2016 1.007.361 krónur, ið er umleið 25.000 krónur lægri enn meðalprísurin fyri 2015.
Meðalprísurin fyri 2016 er í løtuni 1.004.685 krónur, ið er eitt lítið vet lægri enn meðalprísurin fyri bæði 2014 og 2015.
Smærri bygdir
Í teimum smærri bygdunum, tað vil siga tær bygdir, ið ikki eru nevndar undir Størri bygdir og býir, fall meðalprísurin fyri eini sethús í 2. ársfjórðingi í mun til 1. ársfjórðing í 2016 frá 995.690 til 765.758 krónur.
Men hóast fallið, so er meðalprísurin higartil í 2016, 873.307 krónur, tann hægsti síðan 2012, tá meðalprísurin fyri eini sethús í teimum smærri bygdunum var 942.550 krónur.