Klokkan 17 í dag verður stórt barna-og familjutiltak í Løkshøll. Tá fara børn, mammur og pápar, ommur og abbar í Løkshøll at hyggja og hoyra, hvat har fer at ganga fyri seg, og tað verður ikki smávegis.
Kulum Røtur taka lut í tiltakinum, og her fara børnini í Kulum Rótum at syngja og spæla á nógv ymisk ljóðføri, eitt nú trummur, guitar og saxofon. Fyri einum ári síðan góvu tey fløgu út, og tey fara eitt nú at framføra teirra kendu sangir, umframt nýggja vælumtókta lagið VOV VOV, sum børnini sjálvi hava skrivað. Við í Kulum Rótum eru, Rakul Ró Steintórsdóttir, Beinir & Rani Troest Rasmussen, Martin Danielsen og Vinjar Egilsnes Petersen.
Úr Runavík siga tey, at sum nakað heilt nýtt til tiltakið hesaferð, verða "Tað Filmar" við í tiltakinum. Seinastu árini eru upptøkurnar hjá "Tað Filmar" vorðnar sera væl umtóktar og móttiknar av børnum og ungum.
- Her verður talan um nýskapan, tí her verður filmur og undirhald sett saman. Tú skalt á ein hátt liva seg inn í filmin. Dreingirnir í "Tað Filmar" eru Klæmint Klakk, Sasho Bjartsson, Mikkjal Olsen og Sølvi Fossdalsá.
Hin ungi evnaríki Lukas Nyggaard fer eisini at framføra sín serstaka dans, sum hevur íblástur frá Michael Jackson. Lukas ger sínar egnu koreografiir og dugir sera væl á palli og hugtekur bæði yngri og eldri við sínum dansirørslum.
Á barna-og familjutiltakinum í Løkshøll í dag verður eisini høvi at uppliva kenda gyklaran, Ásbjørn Berthelsen, sum í 15 ár hevur undirhildið børnum og vaksnum kring alt landið við sínum kynstrum.
- Ásbjørn fer at vísa nøkur av sínum gyklakynstrum, og man tað ikki fara at eydnast honum at lumpa eygu okkara enn einaferð? Tað plagar í hvussu so er at vera sera stuttligt, verður sagt úr Runavík, nú hetta áhugaverda og forvitnisliga tiltak stundar til.
Lagt verður aftrat, at atgongumerki á 85 krónur fáast í Kiosk Vár í Saltangará og Klaksvík - og við dyrnar kostar atgongumerki 100 krónur.