KÍF blandar seg í finalustríðið

FTZ-deildin: Við heimasigri ímóti StÍF er KÍF bert eitt stig frá seinna finaluplássinum

Bert ein dystur er spældur í FTZ-deildini hjá monnum í gjárkvøldið. Liðini, sum hittust í høllini í Kollafirði vóru KÍF og StÍF.

 

Undan dystinum var nummar fýra við 16 stigum, meðan StÍF var nummar seks og næstaftast við 10 stigum.

 

Ferð var á málskjótingini beinanvegin, tí tá ið 16 minuttir vóru farnir var javnleikur 8-8. Restina av fyrra hálvleiki var tað tó heimaliðið, sum var við yvirlutan, og tessvegna fóru kollfirðingar til hálvleiks við einari fýramálsleiðslu, ið segði 17-13.

 

Í seinna hálvleiki helt KÍF fram í sama stevi og legði seg skjótt á odda 19-13. Eftir hetta tyktist dysturin avgjørdur, men eitt sindur av spenningi kom í dystin fimm minuttir undan dystarlok, tá ið StÍF fekk minkað munin niður í trý mál, so støðan var 27-24. At enda var tó ongin slingur í valsinum hjá KÍF, sum vann tryggan sigur áljóðandi 30-25.

 

Meginpartin av hesum kappingarárinum hevur KÍF verið aftanfyri hini liðini í tali av spældum dystum, men eftir kvøldsins dyst hava kollfirðingar spælt líka nógvar dystir sum meginparturin av hinum liðunum í deildini, 14 dystir. Heimasigurin hjá KÍF merkir, at nú er liðið bert eitt stig aftanfyri VÍF, sum í løtuni er nummar tvey og á tí seinna finaluplássinum.

 

Stigatalvan í FTZ-deildini stendur niðanfyri. Klombran tilskilar, hvussu nógvar dystir liðini hava spælt.

 

1. H71 21 stig (13)

2. VÍF 19 stig (14)

3. KÍF 18 stig (14)

4. Kyndil 17 stig (14)

5. Neistin 12 stig (14)

6. StÍF 10 stig (15)

7. Team Klaksvík 1 stig (14)

 

Málskjúttarnir úr kvøldsins dysti og myndatema sæst niðanfyri:

 

KÍF-StÍF 30-25 (17-13)

 

KÍF: Rúni Joensen 9, Fríði Weyhe 7, Andrias Nielsen 5, Tony Weyhe 3, Jákup Trygvason 3, Ási Dam 1, Frederik Sørensen 1 og Hans Eli Sigurbjørnsson 1.

 

StÍF: Sveinur Justinussen 9, Pætur Johansen 8, Pætur Joensen 2, Teitur Nilssen 2, Borgar Persson 2, Jógvan Gregersen 1 og Allan Norðberg 1.