Á Facebook í ferðsluni

Er loyvt at gera upptøkur til Facebook Live, meðan man koyrir bil?

Nýtslan av funkuni Facebook Live breiðir seg og nú gerst alsamt vanligari at síggja fólk leggja videobrot út á netið, tikin upp meðan tey koyra bil.

 

Fríggjamorgunin var tað borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, sum gjørdi tað, í samband við at borgari nummar 5.000 í Klaksvíkar kommunu skuldi avdúkast.

 

Upptøkan var beinleiðis úr bilinum, meðan hann var á veg út eftir Skálafjørðinum út á Skála. Í brotinum sæst, at borgarstjórin sjálvur koyrir bilin, meðan hann ger eina upptøku á Facebook Live. Hann er ei heldur tann einasti. Fleiri og fleiri síggjast leggja slík videobrot á Facebook. Trupulleikin er hin sami við fólkum, sum spæla spøl so sum Pokemon Go meðan tey koyra.

 

Fleiri eru tó, sum ilskast inn á hetta og kalla tað ein óvana. Onkur vil eisini vera við, at hetta er brot á ferðslulógina.

 

In.fo hevur spurt seg fyri hjá løgregluni, sum sigur, at tað eru í høvuðsheitum tvær lógir, sum umhandla, hvat ein kann loyva sær at gera, meðan ein koyrir bil. Tann fyrra er, at tað er fullkomið forboð móti at nýta eina handhildna fartelefon í bilinum.

 

Hvørki Jógvan Skorheim ella onnur, sum leggja slík brot út, plaga at halda telefonini sjálvi, og tí er lógin um brúk av hondhildnari fartelefon ikki brotin.

 

Kortini er neyvan lógligt at nýta fartelefonina á hendan hátt. Løgreglan sigur, at grein 15, stk 2 í føroysku ferðslulógini, umrøður evni førarans at koyra bil. Hendan greinin umrøður millum annað nýtslu av heilivági og manglandi svøvn, men verður eisini nýtt um uppmerksemi førarans.

 

Bilførarin skal uppfylla krøvini fyri at koyra bil og frammaliga millum teirra eru evnini at hugsavna seg um koyringina. Løgreglan sigur, at uppmerksemi hjá føraranum má vera frameftir og tengt at at koyra bilin. Sjálvandi verður góðtikið, at ein hevur eina samrøðu við onnur í bilinum ella at ein skiftir útvarpskanal, men tað er als ikki í lagi, at ein tendrar ein film og hyggur at honum, meðan ein koyrir til heim.